Klokkan 21 byrjar ein hin størsti - um ikki tann størsti - dysturin nakrantíð hjá norska manslandsliðnum í fótbólti.
Á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey skal Noreg í HM-áttandapartsfinaluni takast við fótbóltsrisan, Brasil, ið hevur vunnið HM-gull á fimm sinnum.
Brasil hevur favorittleiklutin hjá veddingarfyritøkunum, men Noreg hevur ongantíð í søguni tapt fyri Brasil, og norðmenn hava víst stórar dygdir í hesum HM-endaspælinum.
Í HM-endaspælinum í Fraklandi í 1998 vann Noreg í innleiðandi bólkaspælinum 2-1 á Brasil, ið tó seinni vann seg í finaluna, har teir taptu 0-3 fyri Fraklandi.
Pláss er fyri 82.566 áskoðarum, og vera nógvir brasiliumenn og norðmenn á leikvøllinum fyri at heppa sínar hetjur til sigurs.
Dysturin byrjar klokkan 16 lokala tíð. Norska TV2 skrivar, at vandi er fyri, at toran fer at ganga klokkan 17 lokala tíð, tá Brasil og Noreg skulu í holt við seinna hálvleik.
Toran gekk eisini undir innleiðandi dystinum Frakland-Irak, og sekstandapartsfinaluni Meksiko-Ekvador. Í fyrra førinum gjørdist talan um eitt langt leikbrá áðrenn dysturin var tikin uppaftur, og í seinna førinum bleiv dysturin útsettur ein tíma. So í kvøld kann aftur gerast talan um eina drúgva løtu áðrenn dysturin verður tikin uppaftur.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











