Tá løgreglan um 22 tíðina í gjárkvøldið tók ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring í Havn, var persónurin tikin við á støðina at sova, og har svevur hann enn, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun. Bilførarin var sera drukkin, blóðroynd varð tikin og hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Við eitt ferðsluátak í Kollafirði um nátturðatíð í gjárkvøldið varð ein bilførari skrivaður fyri atkoyra 119,9 km um tíman, sum hann fær bót og klipp í koyrikortið fyri.
Á Tvøroyri var ein bilur ákoyrdur. Eigarin hoyrdi buldrið og fór út, men tá var bilurin rýmdur. Løgreglan leitar eftir tí bilinum.
Í Havn var ein bilførari skrivaður fyri at tosa í fartelefon, tá fær hann bót og klipp í koyrikortið fyri.