Ein tikin fyri rúsevnakoyring í nátt

Onkur hevur eisini loyst endarnar á einum báti nátt, sum lá við Vestaru Bryggju í Havn

Í nátt steðgaði løgreglan einum bili í Havn, har illgruni var um, at førarin var ávirkaður av rúsevnum. Førarin varð tikin, og blóðroynd varð tikin av honum, sum skal gera av, um hann verður skuldsettur fyri rúsevnakoyring.

Løgreglan kannaði eisini skeinkistøð í Havn í nátt klokkan hálvgum tvey, men har stóð væl til, og friður var tá í býnum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun.

Stutt fyri klokkan 01 í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði loyst endarnar á einum báti, sum lá við Vestaru Bryggju í Havn. Talan var um fýra endar. Báturin var farin út frá bryggjuni, men eingin skaði var.

Hetta málið verður kannað víðari í dag, sigur vakthavandi á politistøðin í Havn í morgun.