Í dag er ein ukrainskur hermaður dripin og seks aðrir eru særdir har eysturi í tí krígsherjaða og uppreistrarsinnaða partinum av Ukraina.
Tað upplýsir ukrainski herurin.
Boðini koma samstundis, sum óttin fyri, at Russland fyrireikar eina nýggja innrás í Ukraina, veksur.
- Ein hermaður læt lív av einari granat í Luhansk-økinum, sum loysingarfólk hava ræði á.
Tað sigur talsmaður hjá ukrainska herinum, Pavlo Kovaltsjuk, við tíðindastovuna AFP.
Tilsamans átta ukrainskir hermenn hava latið lív síðan í byrjanini av árinum, harav fimm eru deyðir seinastu tríggjar dagarnar.
Í gjár viðurkendi Russland tvær regiónir í eystara parti av Ukraina sum sjálvstøðug lond. Talan er um Donetsk og Luhansk, sum vilja loysa frá Ukraina.
Eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevði viðkent hesi øki í Ukraina sum sjálvstøðug, gav hann boð um at senda friðarvarðveitandi deildir inn í økið.
Í dag fekk Vladimir Putin eisini politiska heimild til, at russiski herurin kann brúka hermegi uttan fyri landamørkini hjá Russlandi.
##med2##