Suðuroyar Skeiðsdepil í Vági hevði uppfylgjandi fund hóskvøldið undir heitinum ?Kvinnur sum íbirtarar?. Fyrri fundirin var fyri nøkrum vikum síðani og var uppmøtingin sera góð og hugskot og vóninar vóru góðar. Tá var meira talan um ein evnisdag.
Men á uppfylgjandi fundinum hóskvøldið, sum ætlandi skuldi snúgva seg um okkurt meira ítøkiligt, møttu bert eini 10 ? 15 kvinnur.
- Tað kom ikki so nógv burturúr, sum vit høvdu vónað, sigur Rúna Hjelm, stigtakari.
Hon hevur sjálv royndir sum íbirtari og virkisleiðari og við tiltakinum vónar hon og hini í Skeiðsdeplinum at seta okkurt vinnuvirksemi í gongd, sum kvinnur eiga virknan leiklut í.
- Ymisk hugskot komu fram og vit fingu kjakast um ymisk viðurskifi, men vit mugu ásanna, at eftir hetta vónbrot mugu vit royna einaferð enn og kanska gera tiltakið áhugaverdari og umhugsa ein evnisdag afturat, sigur Rúna Hjelm.