Tá tað stóð mest sum greitt, at Amed Davy Sylla ikki kemur aftur til Føroya, royndu tey í B36 at styrkja um álopið á aðrar mátar. Ein brasiliumaður hevur um vikuskiftið vant við felagnum, og mikukvøldið var hann partur av liðnum, sum tapti 1-0 móti grannunum úr HB. Málið hjá HB skeyt Kári Nielsen.
- Tað verður helst ikki hesin maðurin, sum skal styrkja um álopið hjá okkum. Hann dugir nøkur ting, men politikkurin hjá okkum er, at skal ein nýggjur maður takast inn, skal hesin vera munandi betri enn teir, sum vit longu hava. Tær treytirnar meta vit ikki, at hesin maðurin lýkur, og tí verður neyvan talan um sáttmála, sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn.
Sylla lúrir enn
Føroyska transfer-vindeygað letur aftur í morgin, og tí er ikki hugsingur hjá B36 um at leita sær eftir nýggjum møguleikum. Hinvegin hevur felagið enn sáttmála við Sylla, sum tó ikki er komin til landið enn.
- Hvussu verður við Sylla, vita vit ikki heilt. Men í praksis verður hann uppfataður sum eina spælari, sum bara ikki er møttur til venjing. Vit hava sáttmála við hann, og spæliloyvið liggur her, so hann fær ikki spælt fótbólt aðrastaðni. Í løtuni eru tó nøkur persónlig viðurskifti, sum forða honum í at koma aftur til Føroya, men broytast hesi viðurskifti, so hevur hann loyvi at spæla fyri B36.
- Og vit meta okkum enn hava ein sterkan hóp. Sjálvandi kundu tingini sæð øðrvísi út, um vit høvdu vita um støðuna hjá Sylla í betri tíð, men eg ivist tó onga løtu í, at vit eisini í ár medda høgt, sigur Kristjan á Neystabø