Samráðingarnar um Brexit eru byrjaðar og longu nú eru partarnir byrjaðir at fara í hvør sítt horn og markera hvar teir standa.
Michel Barnier, samráðingarleiðari fyri ES, sigur nú, at Bretland skal gloyma alt um at fáa annað beinið úr ES og hava annað beinið innanfyri.
Barnier sigur við EUObserver, at Bretland hevur sagt við sínar borgarar, at Bretland fer úr felags marknaðinum og fer at fáa ein líka góða handilsavtalu við ES. Tað fer ikki at verða so, sigur Michel Barnier.
Hann sigur, at ES hevur gjørt tað púra klárt, at skal eitt land hava eina handilsavtalu, ið er á hædd við at verða ES limur, so skal reglugerðin fyri felagsmarknaðin eisini verða grundarlagið. Tað merkir millum annað, at arbeiðsfólk skal kunna ferðast frítt millum lond.