Eingin sjálvfylgja at hava eitt mál

Í gjár byrjaði ein stór norðurlendsk ráðstevna á Hotel Føroyum undir heitinum: Språket, - børns emotionelle og intellektuelle udvikling gennem språk. Á ráðstevnuni eru 170 luttakarar, harav 60 teirra eru úr Føroyum.

- Hvussu verður barnið ment kensluliga og intellektuelt gjøgnum málið?
Hetta er eitt av evnunum, sum skal viðgerast á hesi stevnuni, sum verður hildin á Hotel Føroyum.
Orsøkin til hetta er, at henda ráðstevnan júst verður skipað sum ein partur av tí samstarvinum, sum longu er millum Norðurlond á hesum øki.
Ein líknandi ráðstevna sum henda varð hildin fyri tveimum árum síðani í Noregi, og er nú túrurin komin til Føroyar. Ætlanin er at skipa hesa ráðstevnuna annaðhvørt ár. Næstu ferð verður hon eftir ætlan í Svøríki

Framtíðin hjá teknmáli
Ráðstevnan varð sett fyrrapartin í gjár av Jóannes Eidesgaard, løgmanni. Inngangsorð hansara vóru: Gev mær eitt mál. Gev mær eina framtíð!
Hann segði seg vera sera ernan av, at føroyingar kundu standa á odda fyri slíkari ráðstevnu. Og hann fegnaðist eisini um hetta spennandi samstarvið millum Føroyar, Noreg og Svøríki á hesum økinum.
- Hetta er eitt sera ótradisjonelt samstarv millum hesi trý londini. Og vit vóna, at hetta samstarvið fer at verða til gagns fyri mong menniskju í framtíðini, segði hann.
Løgmaður vísti á týdningin av at eiga eitt mál, soleiðis at ein kann samskifta við onnur í gerandisdegnum.
- Uttan eitt mál, so hevur ein sera avmarkaða atgongd til samfelagið. Fyri okkum sum hoyra er hetta ein sjálvfylgja, men tað er tað altso ikki fyri øll.
- Við okkara máli kunnu vit hoyrandi tí luttaka í samskiftinum í samfelagnum. Og tað er einki sum bendir á, at krøvini til hetta gerast minni í framtíðini, vísti hann á.
Tað var tí, eftir hansara meting sera týdningarmikið, at ein framvegis granskar og finnur fram til allan bata fyri henda bólkin.
Og ein slík ráðstevna sum henda er eisini eitt hent høvi at stinga út í kortið.
- Eg vóni tí, at tit sjálvi fáa nýggja inspiratión til hetta arbeiðið, og at vit fara at síggja mong konstruktiv úrslit í framtíðini, segði Jóannes Eidesgaard, áðrenn hann setti stevnuna.

CI
Á ráðstevnuni í ár fáa luttakararnir atongd til nógvar áhugaverdar fyrilestrar, eins og góð høvi eru til prát og kjak um felags áhugamál millum luttakararnar.
Evnið á ráðstevnuni er Cochlear Implantat og teknmál, eins og greitt varð frá her í blaðnum leygardagin, í samrøðuni við ta 11 ára gomlu Bjørt.
Tann yvirskipaði spurningurin á ráðstevnuni er, hvussu framtíðin verður hjá teknmáli, so hvørt sum fleiri og fleiri deyv fáa CI.
Tað vísir seg, at alt fleiri og fleiri fáa sær hetta tólið ísett, og ein hoyrir allar tær góðu sólskinssøgurnar frá fólki við hesum tólinum.
- Men hvussu er støðan hjá teimum, sum ikki kunnu fáa hetta tólið ísett ella har tað ikki virkar sum tað eigur? Hvør framtíð stendur teimum í boði?, eru nakrir viðkomandi spurningar í hesum sambandi.

Pallborð
Seinnapartin í dag verður pallborðsfundur, har júst hetta evnið verður tikið fram av tí politiska myndugleikanum. Spurningurin sum pallborðið skal tosa um er júst um støðuna hjá teknmálinum í framtíðini.
Við pallborðið fara at sita Britt Hildeng úr norska stórtinginum, Bente Dahl úr danska fólkatinginum og Heidi Petersen úr føroyska løgtinginum. Umframt hesi fer Jógvan á Lakjuni somuleiðis at sita við pallborðið.
Tilsamans eru umleið 170 luttakarar úr øllum Norðurlondum á ráðstevnuni. Úr Føroyum eru umleið 60. Luttakarnir umboða m.a. foreldur, læknar, sálarfrøðingar, lærarar, námsfrøðingar granskarar.