Tað var í gjáramorgunin, at løgreglan varð boðsend til eitt innbrot, sum hevði verið í Marco Polo nátina fyri.
Løgreglan gjørdi tekniskar kanningar á staðnum, og vónað verður nú, at hesar kunnu føra til eina handtøku av innbrotstjóvinum.
Umframt teksisku kanningarnar hava vit avhoyrt fólk í grannalagnum, og fyri okkum var tað eitt vónbrot, at eingin hevur hoyrt vinkulslíparan, sum nýttur var at skera pengaskápið upp við. Hinvegin hevur nógv arbeiði verið í grannalagnum, so kanska fólk ikki hava givið sær far um ein vinkulslípara, sigur Per Skov Christensen frá kriminaldeildini.
Við Rás2 og Portalin segði Nordin Manai, eigari av Marco Polo, í gjár, at tað var nógv sum bendi á, at innbrotstjóvurin var staðkendur, millum annað tí, hann hevði verið í kjallaranum eftir einum vinkulslípara at skera pengaskápið upp við.
Eg kann bara vátta, at mátin, sum innbrotstjóvurin hevur verið runt í húsinum bendir á, at hann antin hevur verið staðkendur, ella hevur fingið innanhýsis upplýsingar, sigur Per Skov Christensen.
Sambært Nordin Manai vóru einar 70.000 krónur í pengaskápinum, og teimum er innbrotstjóvurin farin avstað við.