Stóri konsertdagurin Voxbotn 2021 eigur at vera nú leygardagin 26. juni, men tað verður av ongum. Tað kemur kanska ikki óvart á, tí í løtuni fer stórt arbeiði fram í Vágsbotni, har fiskamarknaðarplássið verður breiðkað. Ferðslan er umskipað, og lastbilar og gravkýr mynda økið - heldur enn konsertpallar, sum plagar at vera vanligt um hesa tíðina.
Men størsta forðingin fyri at fyrireika ársins Voxbotn hevur verið koronustøðan, tí tað hevur leingi verið óvist, hvussu nógv fólk kunnu savnast. Av tí sama hava fyrireikararnir ikki lýst nakað serligt við Voxbotn 2021.
Fyrireikararnir arbeiða tó við einari aðrari loysn, og teir vóna at fáa okkurt upp at standa.
– Vit royna í løtuni at finna eina loysn til seinni í summar saman við myndugleikunum á økinum. Meira kunning um hetta kemur innan stutta tíð, sigur Háldan Haldansen.