- Tað, sum onkur heldur er grenj, er veruleikin hjá okkum, ið eru einsamallar við einum ella fleiri børnum. Tað segði Rósely Reynstind, sum var ein av teimum fimm kvinnunum, ið mannaðu panelið á kjakfundi um umstøðurnar hjá stakum uppihaldarum. Sambært henni er størsti trupulleikin tann, at hon ikki kennir seg tiknan í álvara av mynduleikunum:
- Eg haldi ikki, at politikararnir skilja trupulleikan, og tað er upp á tíðina, at samfelagið tekur okkum í álvara, heldur Rósely Reynstind, sum á fundinum eisini vísti á vánaligu bústaðarviðurskiftini hjá stakum uppihaldarum.
Hetta er eisini ein trupulleiki, sum búskaparfrøðingurin, Jonna Johansen, heldur at ljós skal varpast á:
- Í verðandi støðu er ómøguligt hjá einum stakum uppihaldara at keypa egnan búðstað, tí prísirnir eru alt ov høgir, sigur Jona Johansen. Hon heldur, at tað er av stórum týdningi, at okkurt verður gjørt við bústaðarviðurskiftini skjotast gjørligt, men at tað sjálvsagt skal gerast á ein skilagóðan hátt:
- Tað nyttar ikki, at mann fer at byggja okkurt sum minnir um eina ghetto, soleiðis at samfelagið verður uppdeilt, og fólk fara at siga “har búgva tey fátæku” ella okkurt líknandi, heldur Jona Johansen. Hon ynskir eisini at vísa á, hvussu umráðandi tað er at hava eina góða útbúgving, um ein stakur uppihaldari hevur tann møguleikan:
- Um ein vil klára seg sjálvan, sum tey flestu okkara vilja, so er umráðandi at hava eina útbúgving, tí ein góð útbúgving gevur eina góða løn, sigur Jona Johansen.
Umstøðurnar eru vánaligar
Ingrid M. Jacobsen var eisini partur av panelinum á fundinum, sum bleiv hildin í Miðlahúsinum. Hon livir einsamøll saman við dóttrini, og sambært henni er tað torført at vera einlig mamma í Havn:
- Eg haldi, at tað er ótrúliga torført at kenna seg sum ein vanligan borgara, tá mann er stakur uppihaldari, tí mann livir ofta upp á nái av teimum nærmastu, greiðir Ingrid M. Jacobsen frá. Hon saknar, at stakir uppihaldarar hava betri møguleika fyri langtíðarleigu, tí sum nú er búgva nógvir stakir uppihaldarar virðisleyst:
- Tað er strævið at flyta ofta, og tá mann ikki býr sama stað serliga leingi, so følir mann seg støðugt heimleysa, og tað ger barnið jú eisini, sigur Ingrid M. Jacobsen. Óstøðugu bústaðarviðurskiftini hava eisini eina stóra ávirkan á psykuna:
- Eg royni at vera sterk og positiv, men tað er hart, tá eingin broyting fer fram. Eg rokni við, at nógvar einligar mammur kenna til kensluna av ikki at sláa til á nøkrum økjum, heldur Ingrid M. Jacobsen, sum vónar, at umstøðurnar hjá stakum uppihaldarum í Føroyum gerðast betri skjótast gjørligt.
Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu, var eisini í panelinum mánakvøldið, og sambært henni hevur kommunan ætlanir um at menna barnaansingarøkið, soleiðis at tað verður lættari hjá stakum uppihaldarum viðvíkjandi ansing av børnum:
- Vit eru greið yvir, at tað eru fleiri og fleiri, ið arbeiða um kvøldið og um náttina, so tískil vilja vit kanna møguleikarnar fyriat bjóða borgarunum barnaansing uttan fyri vanliga arbeiðstíð, sigur Halla Samuelsen og vísir á, at børn í kommununi hava møguleika at fara í Margarinfabrikkina og Klubb 188 eftir skúlatíð. Higartil hevur kommunan mest hugt eftir tørvinum á barnaansing hjá foreldrum og ikki hjá stakum upppihaldarum.
Á kjakfundinum bleiv eisini tosað um eitt nú møguleikarnar hjá børnum hjá støkum uppihaldarum at kunna ganga ókeypis til ymiskt frítíðarvirksemi so sum fimleik og fótbólt. Eitt annað evnið, ið práta varð um, snúði seg um møguliga stovnan av einum felag, og hvussu stakir uppihaldarar annars kunnu blíva meira sjónligir, soleiðis at viðurskiftini gerðast betur.