Einskiljing/Fráskiljing?

Tom Silvurdal


Fyrst ein tøkk til Árna Arge og nevndina í Fiskasøluni
- - - -
Mánadagin 29.11.04, legði okra løgmaður pípuna og fór til arbeiðis saman við Harra Djurholm, landsstýrismanni.
Úrslitið frættu okur í gjáramorgunin: Nevndin og stjórin á Fiskasøluni uppsøgd og Fiskasølan løgd saman við Fiskavirking.
Er hetta ein beinleiðis avleiðing av fundi ímillum Framtaksgrunnin, løgmann og Djurholm?
Árni Arge, fyrrverandi stjóri, og nevndin í Fiskasøluni, hava megnað at skapt virksemi í Suðuroy. Flakavirkið í Hvalba er virkið og nú er virksemið á Palm Seafood í Vági byrjað aftur og eini 20-30 fólk hava fingið arbeiði.
Teir, sum nú eru sendir til hús, hava megnað meira enn teir báðir harrarnir í Tinganesi og leiðslan/-stjórin í Fiskavirking hava megnað her í Suðuroy!
Í Vági hevði Fiskavirking við stjóranum, Meinhard Jacobsen, ætlanir um at byrja virksemi á gamla Polarfrost í august í ár.
Enn er einki hent hesum viðvíkjandi.
Undirritaði tosaði sjálvur við Meinhard í telefon í maj mánaði í ár.
Hettar var í samband við royndirnar at byrja eitt turkivirki í Vági. Okur vóru fleiri vágbingar um hesa verkætlan. Lánveitarin, Føroya Banki, setti spurnartekin við rávørugrundarlagið fyri einum slíkum virksemi í Suðuroy. Fyri at tryggja rávørugrundarlagið, fekk Meinhard/Fiska-virking, bjóðað at koma við í hesa ætlan sum partaeig-ari.
Eitt turkivirki í Vági hevði givið arbeiði til 20-40 fólk, alt eftir rávørugrundarlagnum. At Føroya Fiskavirking, saman við vágbingum, fór undir virk-semi í Vági, hevði bøtt um teirra umdømi her og vildi verið við til at fingið ágangin um at lata virkið í Vági upp, til at linka.
Men stjórin kunnaði meg um, at teir høvdu eina ætlan klára og fóru sjálvur at byrja virksemi á teirra virki her í bygdini.
Enn er onki hent í Vági og neyvan fer nakað virksemi at byrja aftur har!
Nú Framtaksgrunnurin hevur avgjørt at koyra okra suðuroyarvinir til hús, er væntandi at okra illi andi, Fiskavirking, fer at niðurleggja alt virksemi, bæði í Hvalba og á Palm Seafood í Vági?
Er tað hetta sum Løgmaður og Djurholm hava at geva okum suðringum í jólagávu?
Er hettar nakað sum okra samgongu tinglimir, Johan Dahl, Hendrik Old og Sverri Midjord, kunnu taka undir við?
Einskiljing merkir tað, at okur suðringar skulu fráskiljast allan ágóðan / alt fiskaarbeiði innan fiska-virking á landi í Føroyum, áðrenn Framtaksgrunnurin selur okra fiskavirki til norðoyingar/íslendingar, ella?
Taka Suðuroyar tinglim-irnir undir við, at fiskavirking fær størri ávirkan á fiskaarbeiði í Suðuroy?
Hava tykur ikki skilt, at okur suðuroyingar nú í 12 ár hava stríðst við at fáa hetta felag til at lata fiskavirkið í Vági upp?
Hvat fer nú at henda við flakavirkinum í Hvalba og virkseminum á Palm í Vági?
Havandi í huga at okra landstýrismaður í fiskivinnumálum ætlar at gjøgnumføra broytingar sum noyða okra fiskiskip at avreiða í Føroyum.
Hvussu samsvarar hettar við hesa ætlan, nú fiskakeyparin á landi er eitt monopol?
Hvat fer hettar at merkja fyri okum suðuroyingar, sum nærum ongi fiskavirki eiga, men sum tó enn eiga nøkur fiskifør?
Fara nú øll okra fiskiskip á húsagang vegna vánaligar fiskaprísir-monopolprísir?
Hygg at baksíðuni í Sosialinum í gjár. Er hettar vinnupolitikkur javnaðarfloksins, Hendrik Old?
Teir tríggir í fangabún-að. Vinnulívsmenn við áræði og hugsjónum, sum sóu Suðuroy sum eitt potentiali.
Teir, sum løgdu upp til, at Suðuroy bleiv feskfiskaoyggj burturav og sum settu vinnu á stovn í Suðuroy, á virkinum í Hvalba og á Palm í Vági, eru hesir av javnaðarflokkinum/formanninum í vinnunevndini, skýrdir bandittar!
Góðu suðuroyingar: Tyk-ur, sum hava valt hesar, okra menn í Tinganesi og á Løgtingi, haldið eyguni við, hvat teir gera, og fá teir burtur, áðrenn teir heilt forkoma okum øllum.