Øll nevndin varð afturvald, men hon hevur ikki skipað seg enn. Í nevndini eru: Eirikur Ólason Simonsen, sum varð valdur til formann í fjør, Hans Korsgaard, Páll Danielsen, Finn Jespersen og Hans Jákup Michelsen. Tiltakslimirnir eru eisini teir somu: Búgvi Apol og John Christiansen.
Í Føroya Elliakførum eru einir 160 limir.
Fyrsta stóra tiltakið hjá felagnum í ár er tann siðbundni túrurin hjá ellisakførum Flaggdagin, 25. apríl, frá Shell-støðini við Ringvegin í Havn.
Felagið roknar við, at mong ellisakfør vera aftur í ár. Tað er, at veteranbilarnir í Brunninum undir Gráasteini og allar tær gomlu motorsúkklurnar verða tiknar út og fara at koyra Flaggdagin.
Annars ætlar felagið at snøgga um hølini og økið rundandum húsið yviri við Strond.