Eitt brak av einum showi í Vágsbotni

Tveir av allar populerastu undirhaldarunum í Føroyum vera at síggja og hoyra í kvøld kl. 22 í Vágsbotni. Talan er sjálvsagt um Jákup Veyhe og Páll Finnur Páll. Lagt verður upp til eitt satt brak av einum showi í kvøld. Fyrst koma PFP at spæla útyvir Vágsbotn. Aftaná heldur Jákup Veyhe eina øðrvísi ólavsøkurøðu. Um tiltakið eydnast eins væl og í fjør, so kemur tað at vera eitt av hæddarpunktunum á allari ólavsøkuni, har meginparturin av ólavsøkugestunum verður at síggja.

Aftaná tiltakið verður farið niðan til midnáttarsangin.