Tey, sum framvegis vilja hava atgongumerki til stórdystin Chelsea-Manchester United hava møguleikan, men tað kostar 55.000 krónur Um fáar tímar kann avgerðin vera fallin í dystinum um enska meistaraheitið. Klokkan 12.45 í dag bresta stórliðini Chelsea og Manchester United saman, og vinnur Chelsea ikki, er avgerðin so gott sum fallin. Ein sigur til Manchester og alt er avgjørt.
Trý stig er millum liðini, men umframt at liggja hesi trý stigini framman fyri, hevur Manchester United eisini munandi betri málmun, so minsta treytin til Chelsea er ein sigur.
Áhugin fyri dystinum er tí sera stórur, og tað er longu langt síðani, at útselt var. Vit frá Portalinum/Sosialinum kundu fáa atgongjumerki, men tey máttu vit rinda 4.000 krónur fyri, og tað hildu vit verða í meira lagi. Men nú sær út til, at vit mistóku okkum stórliga.
Sum myndin sýnir fara tey seinastu atgongumerkini á svarta marknaðinum sambært londonsku miðlunum fyri 5.000 pund, ella útvið 55.000 krónur, og einum nýtist ikki at vera atomfysikari fyri at rokna út, at tað er himmalvíður munur á 4.000 og 55.000 krónum.
Hjá teimum, sum taka av hesum tilboðnum um at síggja dystin má tað sigast at vera eitt dýrt »fornøjilsi«