Mortan Hentze
Nú er man politiskt farin at ætla at fremja miðvís framtøk fyri gransking Føroyum. Hetta er bæði gleðiligt og neyðugt. Granskingarkjakið hevur fevnt breitt og nógv góð orð eru søgd. Tað er tó ein stovnur, sum at kalla konsekvent ikki verður nevndur í hesum kjakinum. Kanska tí hesin stovnur ikki plagar at gera serliga nógvan háva burturúr sær sjálvum og kanska tí at partar av teimum, sum luttaka í granskingarkjakinum, halda at hann eigur ein sjálvsagdan leiklut í granskingarumhvørvinum. Tað eru uttan iva eisini tey, ið als ikki hava fingið eyguni upp fyri tí leikluti, ið hesin stovnur eigur hava í einum framkomnum samfelagi. Ikki minst í einum samfelag, ið sigur seg vilja fremja miðvís framtøk fyri gransking.
Stovnurin, sum konsekvent ikki verður nevndur, er Føroya Landsbókasavn. Í mínum heimi er tað ein altavgerandi fyritreyt, at man hevur eitt dagført og vælskipað bókasavnsverk, um ein vil fremja miðvísa gransking. Henda myndin gerst heilt greið, tá man hyggur at stovnum og londum, ið raðfesta gransking høgt. Eitt dømi um ein slíkan stovn er Fróðskaparsetrið á Harvard. Har hevur man ikki minni enn 90 bókasøvn og uml. 1200 fólk starvast á hesum bókasøvnunum - 800 av hesum eru útbúnir bókavørðir. Á Harvard eru o.u. 19.500 lesandi, tvs. uml. eitt bókasavnsfólk fyri 16. hvønn lesandi.
Umstøðurnar til stuldur eru tíanverri ikki til staðar
Hermann Oskarsson hevði eina grein í Dimmu nú ein dagin, sum hann kallaði "Granska ella herma - tað er spurningurin". Í greinini skrivar hann m.a.:
"Kom og herm. Hugsa tær hesa støðuna:
Heimsins mest framkomnu lond við miljardavís av granskingarpengum og dyggum granskingarháskúlum og laboratorium venda hvørjari steinpirru í biokemi, elektrospektrometri, ílegutøkni og øðrum hugsandi og óhugsandi evnum. Teoretiska granskingin verður borin víðari inn í experimenterandi framleiðslur við fremstu tøkni og almennur stuðul latin til pionerframleiðslu, sum so endar í spildurnýggjari framleiðslutøkni, nýskaptum vørum og nógv øktari ferð í tænastuflutningi.
Hetta gera tey hvørt ár og úrslitið er upp í fleiri bókasøvn av uppskriftum, leiðbeiningum, ávaringum og góðum hugskotum, sum tað fer at kosta okkum fleiri ferðirnar 300 miljónir at uppfinna bara ein hyllametur av.
Hvat er tá meira náttúrligt hjá einari so ófantaliga lítlari og fámentari tjóð sum okkara við so lítlum kunnleika, enn at fara inn á bókasavnið - at lesa. At herma og stjala. At kopiera og eftirgera.
Hví skuldu vit gjørt annað?"
Hermann hevur tann góða eginleika, at tá politisku hyenurnar fara í sjálvsving og samýla somu innantómu frasurnar upp í saman, skrivar hann eina grein ella tvær, so dýpd aftur kemur inn í tað, ið ýlt verður um. Tað ger hann eisini í omanfyrinevndu grein. Hugskotið hjá Hermanni um stuldur er gott, trupulleikin er bara tann, at vit í Føroyum ikki hava eitt einasta skikkað bókasavn at fara á, um vit vilja lesa, herma, stjala, kopiera og eftirgera. Føroya Landsbókasavn hevur ikki so frægt sum eina skikkaða lesistovu at bjóða erligum granskingartjóðum og Landsbókasavnið hevur so ólukksáligani langt frá teir fíggjarligu, menniskjaligu og tøkniligu karmarnar, sum eru neyðugir, um man vil fremja miðvísan "granskingarstuldur".
Tankatoskurin
Tað tykist sum politiski myndugleikin og tey, ið annars royna at kasta ljós á framtíðar gransking í Føroyum hugsa øgiliga ítøkiligar granskingartankar. Kjakið gevur mær hesa myndina - ein granskari, ein toskur og so ein starvsstova, júmen so eru allar fyritreytirnar fyri gransking til staðar. Hetta er allarhelst eisini rætt, men tað krevst eitt sindur meira, um vit í Føroyum ynskja at fremja miðvísa og dygdargóða gransking. Fyri ein stóran part av granskingini er tað altavgerandi, at man hevur atgongd til kostnaðarmiklar dátugrunnar og tilfar. Hesir dátugrunnar og hetta tilfarið eigur at verða umsitið av einum vælskipaðum bókasavnsverki, ið samstarvar í einum vælútbygdum netverki, við altjóða granskingarstovnar og granskingarbókasøvn. Hetta skuldi sagt seg sjálvt - skuldi verið almenn vitan, men eg eri farin at ivast í um so er. Tá eingin nevnir Landsbókasavnið við einum orði í granskingarhøpi og tá landsins myndugleikar so lystiliga kuta í játtanina hjá hesum stovni, sum nú í 177 ár er hildin á fosturstøði, eri eg farin at ivast í, um hetta er almenn vitan.
Heldur man veruliga, at man kann fremja miðvísa gransking í Føroyum uttan eitt sterkt og dagført bókasavnsverk? Eg haldi tað ikki! Kanska landsins myndugleikar og føroyska granskingarumhvørvið áttu at gjørt sær nakrar tankar um, hvønn leiklut Føroya Landsbókasavn eigur at hava í tí føroyska granskingarumhvørvinum, og ikki bara hugsað ítøkiligar tankar um granskarar, toskar og starvsstovur.
P.s. síggi at orðið bókasavn ikki verður nevnt í "Frágreiðing og tilmæli í samband við stovnsetan av granskarapark". Í frágreiðingini hevur man heldur valt at gera sær tankar um kvadratmetrastødd á m.a. klædna- og bæðihølum.