Gigabit
- Skal visjón 2015 eisini fevna um KT-økið, er alneyðugt, at føroyingurin verður vanur við at verða on-line. At hetta er ein púrasta náttúrligur partur av gerandisdegnum.
Somikið avgjørdur er Heini Zachariassen, føroyski stjórin í Bullguard, sum dagliga virkar á altjóða marknaðinum innan KT-økið.
Verða gigabit-ætlanirnar hjá Finn Helmer, sum hava verið lýstar her í blaðnum seinastu dagarnar, veruleiki, ivast Heini ikki í, at hetta er megnar lop fyri føroyska KT-økið. Sjálvur hevur Heini áður borið fram, at infrakervið í Føroyum í verandi støðu er alt ov vánaligt, men júst hetta kann ein slík ætlan broyta.
- Eg vil kalla hetta fyri eitt kvantum-lop, um ætlanin kann gjøgnumførast. Í verandi støðu eru Føroyar alvorliga eftirbátur á økinum, og bara tað at koma nær teimum førandi á økinum, krevur eitt veldugt arbeiði. Við hesum kunnu vit brádliga fara í yvirhálingsbanan, tí 10 gigabit er altso enormt.
Føroya Tele er avgerandi
Samstundis sum hann fegnast um, at slíkar ætlanir nú verða viðgjørdar í veruligum álvara, so staðfestir Heini samstundis, at hetta krevur, at bæði politiski myndugleikin og Føroya Tele eru við í slíkum arbeiði.
- Í Danmark hevur Finn Helmer áður tosað um hetta projektið, men tað hevur verið vónleyst at gjøgnumføra tað. Fyrst og fremst tí TDC ikki hevur verið við í arbeiðinum. Í verandi støðu hevur TDC mest sum monopol upp á net-kervið. Og tí er tað avgjørt eingin sjálvfylgja, at teir eru serliga hugtiknir av eini slíkari ætlan. Hon vil í øllum førum gera verandi netið ótíðarhóskandi, og tí hava teir heldur valt at mótarbeiða ætlanini.
- Tí vil eg siga, at tað er altavgerandi, at Føroya Tele, sum jú eigur størsta partin av føroyska netinum, er við í ætlanini. Eru teir uttanfyri, so vilja teir mest sannlík mótarbeiða hesum, og tá verður ætlanin trupul at gjøgnumføra.
- Og samstundis skal politiski myndugleikin onkursvegna upp í leikin. Hetta projektið er jú av slíkari stødd, at tað verður trupult at realisera tað uttan um politisku skipanina.
Skal verða til øll
Eitt er, at føroyska bandbreiddin við nýggju ætlanini kann koma á eitt støði, sum bara er teimum fægstu unt. Men Heini heldur tað vera minst líka áhugavert, at veruligt breiðband við hesum verður hvørs mans ogn.
- Skulu vit veruliga upp í superliguna, so er tað eitt must, at breiðbandið er ein partur av gerandisdegnum hjá føroyinginum. At fólk frá barnsbeinið eru von við, at hetta er ein náttúrligur partur av tilveruni.
- Tí tað er ikki fyrr enn tá, at vit veruliga byrja at skilja marknaðin. Sjálvi hava vit forritarar sitandi í Rumenia, sum er ógvuliga frammaliga á júst tí økinum, eins og India eisini er tað. Men orsøkin til, at hesi lond bara veita forritarar og ikki annað, er júst, at tey ikki eru von við hendan heimin. Tey hava lágt lønarlag, og kunnu tí væl og virðiliga kappast á hesum økinum. Men tey skilja ikki KT-marknaðin, eins og vesturlendingar, og tí megna tey sjáldan at seta seg í førarasetrið, staðfestir føroyski Bullguard-stjórin.