Eitt tíðarskeið er endað

Tá flogfarið hjá Maerska Air lætti av flogvøllinum í Vágum beint eftir middag leygardagin, endaði eitt 33 ára langt tíðarskeið í flogsøgu Føroya

Føroyar eru strikaðar av rutunetinum hjá Maersk Air, eftir at felagið hevur flogið fast millum Danmark og Føroyar í meira enn 33 ár.
Við seinasta rutuflogfarinum hjá Maersk Air úr Vágum umleið klokkan hálvgum eitt leygardagin, endaði eitt tíðarskeið í føroyskari flogsøgu.
Skipað varð fyri samkomu í hangarinum á flogvøllinum fyrrapartin, har umboð fyri Maersk Air og Atlantic Airways, sum nú einsamalt fer at røkja alla flúgving til og úr Føroyum, vóru til staðar.
Stjórin í Maersk Air, Finn Øelund, segði í røðu sini, at høvuðsorsøkin til, at Maersk Air nú gavst við flúgving síni upp á Føroyar, partvís er, at leiðin er ein koncessiónsleið. Tað vil siga, at ikki er loyvt at kappast um prísir á leiðini, ella at tillaga kapasitetin eftir ynski.
Ein onnur grund er tann stutti vøllurin, sum er í Vágum, ella sum Finn Øelund málbar seg:
»...dels fordi der mangler et par meter ekstra på landingsbanen, så ruten kunne betjenes med B737-700 fly, som er det fly, vi ønsker vor flåde skal bestå i de nærmeste år.«
Triðja orsøkin til,at Maersk Air gevst nú, er sambært Finn Øelund, at felagið kláraði ikki kappingina við Atlantic Airways.
Atlantic Airways hevur verið dugnaligt og tikið nógvar kundar frá Maersk Air, segði Finn Øelund í røðu síni. So hann sannaði gamla orðafellið, sum segii, at um tú ikki klárar at vinna á mótstøðumanninum er best at samstarva við hann. Og tað hevur $?$end$!$Maersk Air so valt at gera, segði hann.
Atlantic Airways og Maersk Air hava gjørt eina samstarvsavtalu, sum í høvuðsheitinum ber í sær, at ferðafólk úr Føroyum, sum skulu víðari suður í Europa, sleppa at keypa bíligar ferðaseðlar, um tey ferðast víðari við Maersk Air úr Danmark.
Finn Øelund vónaði, at einir 15.000 føroyingar árliga fóru at nýta hendan møguleikan, segði hann í røðu síni.
Hann endaði røðu sína við at takk teimum kundum, sum flogið hava við Maersk Air hesi árini. Hann takkaði føroyskum og donskum politikarum, sum hava gjørt tað møguligt hjá Maersk Air at flúgva hesi árini. At enda ynskti hann Føroyum og Atlantic Airways góða eydnu við nýggju møguleikunum og vónaði skjótt at síggjast aftur á ferð niður í Europa.
Mafgni Arge, stjóri á Atlantic Airways, rósti Maersk Air fyri tað arbeiðið, felagið hevur gjørt í samband við flúgving til Føroya. Hann fegnaðist eisini um samstarvið, nú er gjørt millum flogfeløgini bæði.
Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti tók eisini orðið á samkomuni. Hann nam við søguna hjá flogvøllinum og flúgving til og úr Vágum hesi árini, Maersk Air hvur flogið higar.