Eivør skal syngja á føroyskum

- Eivør er meira enn bara ein góður sangari. Hon er eitt heilstoypt listafólk, og tí skal hon koma sær fram á sín egna hátt og syngja hennara egna tónleik, tónleik úr Føroyum, heldur Lárus Jóhannesson frá 12 Tónum, sum geva útfløguna ?Krákan?

Tónleikur

Reykjavík: Hendan týsdagin hevur Lárus Jóhannesson hongt appelsinlitaða slipsið um hálsin, uttan at knýta tað í ein slipsaknút. Tað hevur longu verið ein harður dagur, tá vit hitta hann á málið um eitt-tíðina, beint eftir at ein take-away døgurði í skundi er fingin niðurum. Og fram til klokkan 21, tá útgávukonsertin hjá Eivør Pálsdóttir er sett at byrja, er nógv sum skal fáast frá hondum. Ov nógv til at tíð er til at renna heim eftir slipsinum og ov nógv til at tað loysir seg at binda hendan sveittaframkallandi klútin um hálsin longu nú.
Lárus er nýklaktur fløguútgevari. Seinastu seks árini hevur hann fyrireikað seg og sítt felag, 12 Tónar, ið hann eigur saman við Jóannes Ágústssyni, til hesa hending.
- Felagið varð stovnað fyri seks árum síðan millum annað við tí endamáli at útgeva tónleik, men kortini er hetta tann fyrsta fløgan, vit útgeva.
Orsøkin til at fyrsta fløguútgávan hevur bíðað so leingi er, at Lárus og Jóannes vildu hava góða tíð at seta seg inn í tónleikavinnuna, bæði í Íslandi og uttanlands, áðrenn teir kastaðu seg út í sína egnu útgávu. Hesi seks árini, síðan felagið byrjaði, hevur 12 Tónar rikið ein plátuhandil í Reykjavík.
Fyrsta útgávan hjá 12 Tónum kallast ?Krákan? og aftanfyri hana stendur navnframa føroyska sangarinnan Eivør Pálsdóttir.

Nógv tilboð
At kalla øll plátufeløg í Íslandi, harímillum tað størsta, ?Skivan?, lógu framvið at sleppa at útgeva eina fløgu við Eivør Pálsdóttir. At føroyska songkvinnan valdi júst 12 Tónar er Lárus meira enn fegin um.
- Um eg í dag kundi valt millum allar heimsins fløgur, hevði eg valt hesa sum fyrstu útgávu hjá felagnum. Eg vil hava allan heimin at vita um Eivør.
Um orsøkina til at tað bleiv lítla 12 Tónar, sum ongantíð hevur givið eina fløgu út fyrr, heldur enn okkurt størri og kendari plátufelag, sum fekk avtalu í lag við Eivør, kann Lárus mestsum bara gita um.
- Eg kenni nokkso nógv til føroyskan tónleik. Tað er helst ein partur av orsøkini. Eg kenni eisini allar limirnar í bólki hennara, og so kundu vit bjóða Eivør eina avtalu, sum passaði henni væl. Øll plátufeløgini í Íslandi vóru áhugað at útgeva fløguna hjá Eivør, men tað, ið vit sum eitt lítið plátufelag kunnu bjóða framum tey størru, er at vit geva hesari einu útgávuni alla okkara tíð og orku, sigur Lárus.
Onnur plátufeløg høvdu øðrvísi ætlanir við fløguni. Eitt nú setti ?Skivan? sum treyt, at øll løgini á fløguni skuldu syngjast á enskum. Hetta vildi Eivør ikki.
- Hetta er ikki nøkur stór fløgumaskina. Vit eru meira sum ein familja og vit hava veruliga virðing fyri Eivør sum tónkleikara, sigur Lárus um felag hansara 12 Tónar.

Hevur alt, sum skal til
Tað er eingin ivi um at Eivør longu hevur gjørt seg sjálvan til eitt kent navn í øllum Íslandi. Serliga framførslur hennara í íslendskum sjónvarpi hava vunnið songkvinnuni úr Gøtu ans. Men fer hon eisini at taka land á sama hátt uttanfyri brøðratjóðina.
- Eg vóni at hon verður kend um allan heim, og eg trúgvi at hon hevur alt, sum skal til fyri at náa hesum. Hóast Eivør er ung, er hon sera professionel. Hon ansar væl eftir sínum sanggávum, og tá hon arbeiðir við tónleiki, er hon ógvuliga fokuserað. Við hennara gávum og eginleikum kann hon koma heilt langt.
Men at koma langt er einki mál í sær sjálvum, sambært Lárusi, og hann sær hvørki MTV ella aðrar popmiðlar sum ein møguligan veg fyri Eivør.
- Tað er umráðandi at skilja, at Eivør er meira enn bara ein góður sangari. Hon er eitt heilstoypt listafólk, og tí skal hon koma sær fram á sín egna hátt. Eivør skal syngja hennara egna tónleik, tónleik úr Føroyum. At koma sær fram á heimspallinum við hesum slagi av tónleiki er eitt stríð og tað fer at taka sína tíð. Tað finst eingin lættur vegur.

Má halda seg óspilta
Fleiri íslendskir bólkar royna hendan vegin í løtuni við rímiliga góðum úrslitið. Bólkurin Sigur Rós er longu komin vegin fram, og so er sjálvandi eisini íslendski stoltleikin, Bjørk, eitt dømi. Lárus hevur gjørt sær sínar tankar um hvussu Eivør skal megna at koma óspilt fram.
- Hon verður noydd allatíðina at trúgva uppá seg sjálvan og vera trúgv ímóti sær sjálvari. Allir teir íslendsku bólkarnir, sum hava megna at koma fram uttanlands, hava megnað tað av tí at teir altíð hava verið júst tað teir vildu vera. Og eg haldi at Eivør hevur teir eginleikar og ta trúgv uppá seg sjálva, sum skal til fyri at koma fram á hendan hátt.
Og her kemur tað føroyska málið inn.
- Eivør er føroysk og hóast hon er stinn í íslendskum, so er hon nógv best, tá hon syngur á føroyskum. Tað at hon syngur á føroyskum ger tað meira krevjandi hjá henni at koma fram aðrastaðni, men í sær sjálvum er tað ikki nøkur forðing. Um tónleikurin er góður er tað líkamikið á hvørjum máli hann verður sungin, sigur Lárus Jóhannesson, áðrenn hann má leypa avstað yvir í operuna, har hann fyrstu ferð skal skipa fyri einari útgávukonsert.