Leygardagin 11. mars skipar Vágs Kommuna fyri eldradegi í VB húsinum.
Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna, at skipast skuldi fyri tveimum eldradøgum um ári – ein tíðliga um vári og ein um tað mundi, tá altjóða eldradagur er, sum er 1. oktobur. Eldradagarnir eru ætlaðir borgarum í Vágs kommunu, sum eru 60 ár og eldri.
Fyrsti eldradagurin í 2023 verður leygardagin 11. mars klokkan 11.00 í VB húsinum.
Á skránni er brunsj frá Bakkanum, felagssangur við Orðið á Borðið og tónleikarum, upplegg frá Arnfinni Thomassen og Arnfinni Bjarkhamar um staðarnøvn í Vági. Sonni Smith hugleiður um suðuroyarmálførið, og Sigurd Marnar Simonsen frá Styrki Fitness tosar um rørslu, tá man er blivin 60+, skrivar Vágs kommuna millum annað á vagur.fo.