Logar og tjúkkur roykur rísa upp úr Krokstadelva í sunnara Noregi, har stórur eldur hevur lagt meira enn 100 bústaðir í oyði. Mynd: Thomas Fure/Ritzau Scanpix.

Eldur herjar í norskum býi – yvir 100 bústaðir oyðilagdir

Sløkkiliðið hevur tamarhald á sjálvum sløkkiarbeiðinum, men eldurin er framvegis ikki sløktur í Krokstadelva í sunnara parti av Noregi.

Logar og tjúkkur roykur rísa upp úr Krokstadelva í sunnara Noregi, har stórur eldur hevur lagt meira enn 100 bústaðir í oyði. Mynd: Thomas Fure/Ritzau Scanpix.

Tað sigur Arild Reinhardsen úr Vestfold Interkommunale Brannvesen við norska miðilin VG.

 

Fráboðanirnar um støðuna hava verið ymiskar leygarmorgunin. Brandstjórin Jan Helge Kaiser segði fyrr á morgni, at tamarhald var á eldinum, men seinni gjørdi løgreglan greitt, at eldurin framvegis ikki er undir tamarhaldi, hóast vandin fyri, at hann breiðir seg, er minkaður.

 

Á staðnum logar framvegis í bygningum og gróðri, og sløkkiliðið fær hjálp frá tyrlum at basa teimum opnu logunum.

 

Veðrið kann kortini hjálpa. Sambært norsku veðurstovuni Yr er væntandi regn í dag, og tað kann gera sløkkiarbeiðið lættari.

 

Eldurin kyknaði fríggjadagin seinnapartin í einum raðhúsum og breiddi seg síðani skjótt til onnur hús og skógin rundanum.

 

Meira enn 100 bústaðir eru sambært myndugleikunum so illa farnir, at teir eru mettir sum totalt skaddir, og yvir 400 fólk eru flutt úr økinum.

 

Mong teirra búgva fyribils á hotellum, meðan onnur eru farin til familju og vinfólk.

 

Borgarstjórin í Drammen kommunu, Kjell Arne Hermansen, sigur við NRK, at talan er um eina vanlukku.

 

– Ein kann væl brúka orðið katastrofa, tá ein so stórur eldur rakar okkum, sigur hann.

 

Seinnapartin halda bæði kommunan og løgreglan tíðindafund um støðuna.

 

Logar og tjúkkur roykur rísa upp úr Krokstadelva í sunnara Noregi, har stórur eldur hevur lagt meira enn 100 bústaðir í oyði. Mynd: Thomas Fure/Ritzau Scanpix.