Um midnáttarleitið varð boðað frá eldi umborð á línubátinum Pison úr Klaksvík. In.fo hevur fólk á staðnum, og tey siga frá nógvum royki.
Sløkkiliðið hjá Eysturkommunu og sjúkrabilur eru eisini á staðnum.
Greitt er ikki enn, um fólk vóru umborð, men roykkavarar eru júst farnir umborð.
In.fo fylgir gongdini næstu løtuna.
Síggið fleiri myndir í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER