Ukrainski herurin hevur rakt eitt oljureinsiverk í Moskva-regiónini í Russlandi. Á Telegran váttar borgarstjórin í Moskva álopið og sigur, at álopið elvdi ikki til fólkaskaða.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur á X, fyrrverandi Twitter, at langtberandi ukrainskar dronur í nátt raktu oljureinsiverkið í Moskva-regónini.
- Hetta er eitt rættvíst svar upp á russisk álop - og upp á, at drúgva kríggið dregur út, skrivar forsetin á X.
Á myndini stendur svartur roykur upp úr einum ídnaðarøki, sum brennur, og eldurin úr oljureinsiverkinum er sjónligur.
Men, tað er ikki bara á Moskva-leiðini, at ukrainski herurin hevur rakt russiskt oljureinsiverk.
Reuters veit at siga frá eldi í einari russiskari oljugoymslu í russisku Krasnodar-regónini har suðuri í landinum eftir ukrainskt dronuálop.
Russiski Krasnodar-landsluturin liggur vestanfyri hertiknu Krim-hálvoynna. Hetta er oyggin, sum Russland tók frá Ukraina longu í 2014.
##med2##
Seinnu tíðina hevur Ukraina serliga lagt seg eftir at raka russisk oljureinsiverk og russiskar oljugoymslur.
Herfyri váttaði russiski forsetin, Vladimir Putin, at ukrainsku álopini í løtuni ganga útyvir russiska búskapin.













