Tað sær út til, at tað verður nýggja bilverksmiðjan Tesla Motors í USA, sum fer at yvirhála teir flestu bilframleiðararnar hvat elbilum viðvíkur. Tesla Roadster er júst komin á danska marknaðin, og um tvey ár kemur ein stórur Tesla sedan við fýra hurðum á marknaðin.
Í 2011 kemur Tesla Model S á marknaðin. Bilurin varð sýndur fram sum konseptbilur á einum tíðindafundi tann 26. mars í ár. Tesla Model S er ein sedan við fýra hurðum. Talan er um ein rættiliga stóran bil. Í stødd og vekt er hann sum ein Audi A6, næstan 5 metrar langur og vigar 1.735 kg. Tesla Model S koyrir heilt upp til 480 km upp á eina løðing.
Eins og sportbilurin Tesla Roadster verður Model S ein sera kvikur bilur, ið koyrir frá 0-100 km/t upp á millum 5 og 6 sekund, sum er gott fyri ein so stóran bil. Kanska onkur í Føroyum fer at keypa ein Tesla Model S sum firmabil ella stjórabil.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum