Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Elektroniskur dansitónleikur frá Eli Tausen á Lava

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Eli Tausen á Lava er best kendur sum klassiskt tónaskald hvørs tónleikur ljómar bæði her heima og uttanfyri landoddarnar. Í mars var orkesturverk hansara let me cry at hoyra á várkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri, og 27. mai verður sama verk framført á World New Music Days í Rumenia við George Enescu Philharmonic.

 

Men í dag hevur Eli útgivið nakað heldur øðrvísi. Nýggja staklagið Viriditas er eitt elektroniskt dansilag við íblástri frá einari nunnu, sum livdi í 12. øld. Eli greiðir frá lagnum:

 

Viriditas er tað fyrsta staklagið frá mínari komandi elektronisku útgávu. Lagið fær sítt heiti frá abbadissuni, tónaskaldinum, mystikaranum, læknanum o.s.fr. Hildegard von Bingen hvørs hugtak “viriditas” (“grønleiki”) lýsir tann gátuføra máttin handan lív, vøkstur og leking. Tann sami lívligheitsmátturin sum inspireraði meg til at skapa eitt sindur av dansitónleiki!

 

Við at blanda miðaldarheimspeki við elektroniskan tónleik er boðskapurin at hugtøk sum “viriditas” eru líka viðkomandi í dag, sum tey vóru fyri túsund árum síðani og verða júst líka viðkomandi um túsund ár. Eg haldi í øllum førum ikki, at tað man fara av móta at undrast á, hvat tað er sum fyllir alheimin við lívi.

 

Og hvør veit, um Hildegard livdi í dag kann tað verða, at hon eisini sjálv hevði farið út á dansigólvið um Viriditas var frá.

 

Viriditas kann hoyrast her: https://ffm.to/viriditas

 

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré