Nú er lógin um mvg-frítøku av bensin og diesel samtykt

Løgtingið hevur endaliga samtykt, at mvg verður tikið av bensin og diesel í tríggjar mánaðir

Løgtingið hevur í morgun endaliga samtykt lógina um, at mvg verður tikið av bensini og diesel í tríggjar mánaðir.

Eitt sindur av orðaskifti var málið, hóast talan var um 3. viðgerð. Tað vóru serliga umboð úr andstøðuni, sum finnast at uppskotinum.

Eitt nú vísti Bjarni Kárason Petersen á, at tað er als ikki vist, at oljufeløgini fara at lækka prísin við tí sama, sum mvg'ið lækkar. 

Men tað fara oljufeløgini at gera, sigur Suni Justinussen, stjóri á Magn, við in.fo

Ætlanin var at lógin eisini skuldi vera galdandi fyri húsarhaldsolju, men var ikki líka einfalt, segði Fíggjarmálaráðið, eftir at tey høvdu ráðført seg við oljufeløgini og onnur. Fólk keypa ikki líka ofta húsarhaldsolju, fólk hava eisini oljukonto hjá oljufeløgunum, og tí høvdu øll ikki fingið ágóða av tí, verður sagt.

Tí verður lógin bara galdandi fyri bensin og diesel.

Soleiðis atkøvddu tingfólk, tá lógin varð samtykt í morgun:

##med2##

##med3##