Elframleiðslan hjá SEV í juli vaks við 4,3 prosentum. Hetta vísa nýggjastu tølini frá framleiðsludeildini hjá SEV Samanlagt vórðu stívliga 21.300 MWh framleiddir í ársins sjeynda mánaða ímóti 20.400 MWh sama mánaða í fjør.
Av hesum stóð termiska framleiðslan, tað er úr olju, fyri ikki minni enn 88 prosentum. Framleiðslan úr vatni var uppá 7,6 prosent og úr vindi 4,3 prosent.
Stórur vøkstur í Suðuroy
Elframleiðslan í meginøkinum vaks í juli 3,1 prosent, meðan vøksturin í Suðuroy var uppá heili 17,3 prosent.
Higartil í ár er 0,6 prosent meiri el framleitt í Føroyum sammett við somu tíð í fjør. Meðan framleiðslan í meginøkinum stóð í stað, vaks hon í Suðuroy 6,6 prosent sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Av framleiðsluni higartil í ár stava 66 prosent frá dieselverkunum og 34 prosent frá vatni og vindi.
Seinasta tólv mánaðar skeiðið vaks elframleiðslan 0,9 prosent í mun til tólv mánaðar skeiðið frammanundan. Vøksturin í meginøkinum var uppá 1,1 prosent, meðan talan var um eitt fall í Suðuroy uppá 0,6 prosent.
Sløk 41 prosent av framleiðsluni hetta tíðarskeiðið stava frá vatni og vindi og 59 prosent frá dieselverkunum