Elgeir Olsen 50 ár

Fríggjadagin 5. mai fyllir Elgeir Olsen í Havn 50 ár.

Elgeir er havnarmaður, sonur Haldu, f. Gregersen, úr Syðrugøtu, og Jákup Paula Olsen, sála, vanliga nevndur Jákup Pauli á Lava, í Havn. Halda og Jákup Pauli fingu synirnar Per og Elgeir.
 
Fyrst í 70-unum flutti familjan til Keypmannahavnar at búgva, har lærdi Elgeir til plátusmið. Hann er tann fyrsti føroyingurin, sum hevur fingið hesa útbúgving.
Í 1976 flutti hann heim aftur til Føroyar og byrjaði sum sjálvstøðugur við egnum plátuverkstaði í Havn. Eldri bróðurin, Per, arbeiddi hjá honum eitt tíðarskeið. Elgeir stovnaði eisini Føroya Bilupphøgg saman við Helga í Gong.
 
Elgeir var ein undangongumaður í at endurnýta gamlar bilar. Ístaðin fyri at gomlu bilarnir vóru søktir í havið ella fyribeindir á annan hátt, vóru teir høgdir upp og endurnýttir. Tað sum kundi brúkast varð selt sum eykalutir, meðan karossaríini vórðu pressað saman og send av landinum sum gamalt jarn.
 
Fyritøkan gjørdi eisini plátu- og lakkeringsarbeiði fyri aðrar bilasølur sum t. d. P/F Vilhelm Nielsen. Eina tíð høvdu teir eisini verkstað í Kollafirði. Fyritøkan leigaði eisini bilar út.
 
Teir tóku eisini aðrar uppgávur upp á seg, sum t. d at taka oljutangar niður og burturbeina teir fyri oljufeløgini. Í 1996 tóku teir stóru radarskermarnar á Sornfelli niður. 
 
Í dag arbeiðir Elgeir á verkstaðnum hjá Skipafelagnum Føroyar, har hann eisini fær brúkt sína útbúgving sum plátusmiður í samband við at umvæla bingjur o.a.
 
Hann hevur sera gott handalag og er ikki bangin fyri at taka uppgávur upp á seg, um tað so eru bilar, bingjur, oljutangar ella at vanligar umvælingar heima við hús.
 
Elgeir var ein av stovnarunum av áhugafelagnum Føroya Ellisakfør og er ein av aktivu limunum í felagnum. 
 
Elgeir er tiltikin skemtiligur, dugir sera væl at taka til og er sera stuttligur at vera saman við í vertsskapi. Eingin klárar at seta hann fastan í nøkrum, tí hann dugir altíð at svara fyri seg.
 
Lavamenn eru tiltiknir fyri bæði eitt og annað  eitt nú eru teir sparnir, og tað sigst, at teir unna ongum nakað. Hóast Elgeir er ímyndin av einum lavamanni upp á so nógvar mátar, so kann eingin siga, at hann ikki unnar nøkrum nakað. Hann er ein góður vinur og er altíð klárur at hjálpa øðrum  hansara partur liggur ongantíð eftir.
 
Elgeir er giftur Enidu, f. Gaard, av Tvøroyri. Tey eiga børnini: Jákup Pauli, Sveinur og Heidi, sum øll búgva í Havn.
 
Føðingardagin er Elgeir burturstaddur.