9. partur
Páskir í Arba Minch
Vit eru komin til 1980. Allar kirkjurnar í bygdunum her uttan um vóru stongdar, og tey kristnu fingu forboð móti at koma saman um Guds orð. Vit frætta tó, at tey trúgvandi komu saman í smáum hópum í heimunum hjá hvørjum øðrum at lesa Guds orð og biðja saman. Tey tordu tó ikki at syngja av ótta fyri at verða uppdagað.
Nógv sótu í fongsli við sama lag runt í landinum fyri orðsins skuld. Samstundis varð sagt, at trúarfrælsi var í landinum!
Í Etiopia er siður hjá teimum trúgvandi á páskum at ganga húsanna millum tíðliga páskamorgun og syngja páskasálmar.
Eg varð vakt klokkan fimm páskamorgun av nøkrum ungum gentum, sum stóðu uttanfyri gluggan, har eg svav. Tær høvdu ljós í hondunum. Her er altíð myrkt so tíðliga á morgni. Fyrst róptu tær: “Jesus er upprisin! Jesus hevur sigrað, hann vann yvir deyðans veldi og djevlinum!” Síðan sungu tær tveir páskasangir. Eg opnaði gluggan. Tað var ein vøkur sjón at síggja, og boðskapurin greip meg um hjartað.
Woitodalurin
Sum tað skilst er Etiopia eitt sera stórt land, har tað er ringt at koma fram. Tó fekk eg møguleika fyri at kunna meg um ein hampiliga stóran part av Suður-Etiopia, har eg jú kom at arbeiða á ymiskum plássum.
Meðan eg var í Konso, var eg onkuntíð heppin at sleppa við einum bili suður í Woitodalin, sum er í ein útsynning úr Konso.
Hóast hetta øki ikki er so langt fá Konso, so verður hetta roknað fyri at vera ein heilt annar heimur, har stórt sæð alt er annarleiðis. Menningin er eisini komin seinni her enn aðra staðni.
Eina ferð koyrdu vit heilt suður til Omo ánna. Hetta er ein av týdningarmiklu áunum í Etiopia. Hon er 760 km long og rennir fram við etiopiska markinum móti Kenya.
Eg havi eisini siglt um ánna.
Á vegnum koyrdu vit gjøgnum ein part av hesum veldiga stóra slætta, sum er fleiri ferðir til støddar sum Føroyar. Vit sóu nógv vill djór á leiðini. Við ánna býr ein tjóðflokkur, sum verður kallaður Kerofólkið. Tey liva mest av at veiða djór og fiska í ánni.
Í Woitodalinum er ein missiónsstøð í Gisma, sum vit vitjaðu eina ferð Lea systir mín saman við øðrum kom at ferðast. Leiðarar á hesi støð vóru Silja og Dag Kiplesund. Hon var finsk, og hann var norðmaður.
Hagar eru um tríggir tímar at koyra við 20 km um tíman úr Konso. Ikki bar til at koyra skjótari enn hetta, sum vegirnir vóru!
Náttúran er sera vøkur á hesum leiðum. Dalurin liggur í einum landsluti, sum kallast Suður Omo. Grannalondini til hendan partin av Etiopia eru Kenya, sum liggur sunnanfyri og Sudan vestanfyri. Í Suður-Omo búgva um 250.000 fólk, býtt í 15 tjóðflokkar. Hetta øki í Woitodalinum er nakað av tí mest sermerkta, sum er í Afrika.
Missiónsstøðin í Gisma liggur mitt í dalinum. Tað er nógv longri teinur til næstu støð, sum er Jinka.
Her er annarleiðis enn í Konso. Fólkið býr í strásmáttum. Dyrnar eru so lágar, at tú má krúpa inn. Børnini eru nakin ella hava bert eina spjørr um miðuna. Børn bera tey smærru systkini á bakinum. Kvinnurnar eru í skinnskjúrti, sum fer í ein spíss aftanfyri, sum kom niður í sandin sum ein hali, tá ið tær ganga. Menninir hava bert eitt klædnaplagg bundið um miðjuna. Tey hava breiðar ringar, bæði um armar og bein, og tey hava perlur um hálsin. Hárið er flættað, stuttklipt ella rakað oman á høvdinum í ymisk vøkur mynstur.
Tað er stuttligt at eygleiða fólkalívið. Ein kona kyndir eld millum tveir steinar. Hon fyllir eina stóra leirkrukku og setur útá. Ein onnur liggur á knøunum og milur korn millum tveir steinar.
Hesi fólk liva av seyða- og neytahaldi. Jørðin er sera kørg, so fólkini mugu ganga í tímar til Woitoánna at dyrka jørðina. Somu longu leið má farast eftir vatni. Kvinnurnar hava tað harða arbeiðið, eisini tað at byggja smátturnar. Men tað eru menninir, sum mjólka neytunum. Tað sleppa kvinnurnar ikki. Í Føroyum var tað annars øvugt. Menninir ráða og taka tær týdningarmestu avgerðirnar.
Her er sera heitt. Hendan dagin vóru 42 hitastig. Woito er láglendi og liggur bert 580 m yvir havinum. Her duga tey hvørki at lesa ella skriva, men skúli er á missiónsstøðini. Pening kenna tey ikki til, her er bert býtishandil.
Yrgalem – enn ein nýggj avbjóðing
Eftir at hava verið heima í farloyvi í eitt ár kom eg til Yrgalem í 1981.
Her var eg rættuliga kend, tí eg var her eitt ár í 1964/65. Tá vóru 55 pláss á sjúkrahúsinum. Tað var upprunaliga bygt sum lasarett av italienarum, tá ið teir hersettu landið. Her var eisini altíð plásstrot. Men nú er ætlanin at byggja eitt størri sjúkrahús. Tað komu tá eisini 150 sjúklingar dagliga til klinikkina, sum var áføst í sjúkrahúsið.
Hetta er norðari í landinunum, enn eg havi verið frammanundan. Hiðani eru “bert” 260 km til Addis Abeba. Í dag búgva umleið 45.000 fólk í býnum. Hetta er ein tvífalding síðan 1995.
Sjúkrahúsið í Yrgalem, har eg arbeiddi, eitur Sidamo Regional Hospital. Tað hevur 120 seingjapláss, men tey vóru nógv fleiri, sum komu higar. Sjúklingar lógu ofta eisini á gongini, so trongt var tað.
Til sjúkrahúsið hoyrir eisini ein klinikk, har 2-300 sjúklingar fáa dagliga viðgerð. Virksemið var tískil nú duplt so stórt sum tað var, tá ið eg var her seinast.
Sjúkrahúsið hoyrir nú landinum til, men verður rikið av Norsk Luthersk Missionssamband eftir avtalu við myndugleikarnar.
Hetta sjúkrahúsið er bygt fyri pening givin av norskum hjálparstovni NORAD, og ein norskur trúboðari stóð fyri byggingini av tí. Ólavur kongur legði grundarsteinin í 1966, tá ið hann var á vitjan í Etiopia.
Her arbeiða fýra læknar og átta sjúkrasystrar umframt sjúkrarøktarar, vanliga kallaðir dressarar, sum vóru fólk úr økinum.
Vit trúboðarar, sum arbeiddu á sjúkrahúsinum, vóru úr øllum norðanlondum uttan Svøríki. Starvsfólkið skifti, tá ið onkur fór heim í farloyvi og onkur annar kom í teirra stað. Eg arbeiddi har tilsamans í 5 ár.
Sidamo landsparturin er eitt stórt øki, og har búgva nógv fólk. Her er sera fruktbart, tí her regnar nógv. Tað merkir, at her var lættari at arbeiða fyri føðina enn aðra staðni, har jørðin er meira kørg.
Higar komu tískil nógvir sjúklingar at søkja sær hjálp. Nógv komu langvegis frá, eisini frá Addis Abeba, tá møguleikar fyri viðgerð vóru betri her enn har.
Missiónsstøðin liggur einar tveir kilometur frá sjúkrahúsinum. Har er kirkja, sum tekur 500 fólk. Støðin hevur eisini skúla frá 1. til 8. flokk við umleið 230 næmingum. Afturat hesum er skúlaheim til 400 næmimgar. Hetta heim er eisini fyri næmingar á almennum skúlum í býnum.
Yrgalem er eitt av fyrstu støðunum, har norska kristniboðið byrjaði at virka, og økið er stórt, sum hoyrir til hesa støð. Her var fyrsti skúli, sum trúboðarar hjá Norsk Luthersk Missionssamband bygdi í Etiopia. Tað var tó trupult at fáa næmingar at byrja við. Hugburðurin hjá foreldrunum var, at dreingirnir skuldu arbeiða og genturnar skuldu giftast. Hví skuldu tey tá ganga í skúla? Hesin hugburður er tíbetur munandi broyttur.
Landið eigur alt og tekur alt
Vit eru komin fram til 1982. Doris Heinesen og eg hava vitjað í Gidole. Millum onnur vitjaðu vit inn á gólvið hjá Haile og Aster. Tey hava átt 15 børn, 14 eru á lívi. Haile er ein raskur maður. Hann átti saman við øðrum eina myllu og ein høsnagarð. Hetta varð alt tikið frá teimum fyri nøkrum árum síðan, tí nú skuldi landið eiga alt.
Haile sat nú eftir á berum við stórari familju, sum hann skuldi forsyrgja. Tey fullu tó ikki í fátt. Børnini hava fingið útbúgving og eru komin væl fyri. Heimið var eitt rætt Betania heim. Tað var merkt av gudsótta og nøgdsemi. Eg kendi meg altíð væl inn hjá teimum.
Aster hevur í mong ár virkað sum evangelistur á sjúkrahúsinum. Hon hevur eina góða framferð og er vird bæði av høgum og lágum. Mong eru komin til trúgv vegna vitnisburð hennara.
Pápin situr í fangahúsi
Zeuwdinesh er bíbliukvinna. Áhugavert var at hoyra hana siga frá um arbeiðið úti í bygdunum, har hon boðaði gleðiboðini um frelsuna í Jesusi. Hon segði mær, at hon var einabarn og foreldrini vóru heidningar. Tey vildu einki samband hava við hana, eftir at hon gjørdist kristin.
Gebre var inni á gólvinum. Hann er ein ungur trúgvandi drongur, sum arbeiddi her á sjúkrahúsinum. Pápi hansara hevði tá sitið í fangahúsi á triðja ári vegna trúgv sína. Gebre segði mær, at saman við pápanum sótu 15 aðrir menn av somu orsøk sum pápin. Teir flestu vóru giftir og áttu konu og børn heima. Eitt ár frammanundan vórðu teir fluttir til eitt fongsul langt burtur frá heimstaðnum.
Gebre var elstur av átta systkjum. Hini sjey búðu saman við mammuni í einum býi, sum liggur um 60 km hiðani. Gebre royndi at vitja tey, so ofta hann kundi. Hann hjálpti teimum við ymiskum, eisini nøkrum oyrum.
Tá ið vatn ikki er nøkur sjálvfylgja
Her í Yirgalem er nógv og gott vatn, tað kemur væl við. Í Konso keyptu vit vatn, sum kvinnurnar komu berandi við í krukkum. Tað var tikið úr hylum, sum neytini eisini nýttu bæði at drekka úr og tað, sum verri var. Oftast var tað bæði ringt og skitið. Vit máttu altíð kóka vatnið. Vit koyrdu so sukur og sitrón í fyri at taka burtur tann ringa smakkin. Seinni vóru brunnar stoyptir til at samla regnvatnið frá húsatøkunum í. Tað var ein góð hjálp.
Gebre kom aftur inn á gólvið. Hann segði mær, at pápin var sloppin út úr fongslinum uttan at hava verið fyri rættin.
Knappliga varð sagt teimum, at teir nú vóru fríir og kundu fara heim. Hetta var púra óvæntað, so teir vóru ovfarnir og sera glaðir. Gebre segði mær, at teir høvdu sungið allan vegin teir fýra tímarnar, tað tók at koyra heim.
Margrét og Helgi úr Íslandi hava eisini gjørt sítt
Í seinastu viku hevði eg vitjan úr Íslandi av Margrét Hróbjartsdóttir. Hon var saman við manninum Benedikt Jasonarson í Konso, tá ið eg kom hagar í 1960. Tey vóru komin í 1957 og vóru í fyrsta umfari fram til 1962, tá ið tey fóru heim í farloyvi. Fyrsta árið hjá mær 1960-61 vóru bert vit trý á støðini. Tá hjálpti Margrét til á klinikkini. Benedikt var leiðari á støðini.
Í 1961 komu so hjúnini Gisli Arnkelsson og Katrin Guðlaugsdóttir til Konso.
Frá sumrinum 1961 og til ársskiftið 1961/62 vóru vit fimm vaksin, sum búðu saman á støðini. Tá var tað eisini, at Bjarni verður føddur, sum fyrr er greitt frá. Tá ið Benedikt og Margrét fóru heim í 1962, vóru vit aftur trý.
Margrét og Benedikt komu aftur til Gidole í 1968 og vóru til 1971, og tá var eg eisini har. Tá hevði Margrét tikið útbúgving sum sjúkrasystir og hevði tá størri førleika at hjálpa til á sjúkrahúsinum.
Eins og eg komu tey bæði eisini at taka etiopisk børn til sín. Nakað áðrenn eg kom, høvdu Margrét og Benedikt tikið Paulus til sín. Tey hava so eisini seinni tikið Lydiu. Seinni hava tey ættleidd ein etiopiskan drong, Lemita, sum nu er 17 ára gamal. Tey eru øll í Íslandi, Lydia er við tveimum børnum. Margrét og Benedikt komu eitt skeið aftur til Konso í 1994-97, men tá var eg farin heim.
Norðuratlantiskur barnabólkur
Tá ið tosað verður um børn kann vera nevnt, at Ingun Gisladóttir, sum var í Etiopia árini 1955-1972, og eisini var í Konso, tók Aster til sín. Hon var fødd í 1958 og býr í Etiopia.
Tískil kann sigast, at tey fimm Aster, Lydia, Paulus, Jákup og Jóhannes komu at vera roknað sum ein “norðuratlantiskur bólkur” av etiopiskum børnum. Felags fyri øll hesi børnini var, at tey høvdu mist mammuna sum nýføðingar. Tey føla seg øll sum systkin. Hetta er eisini tí, at tey hava verið á barnaheimi saman.
Ingun fór heim med alla í 1972 av sjúku, og hon doyði í 1981. Margrét og Benedikt fóru heim í 1972 og komu ikki fyrr enn 20 ár seinni aftur til Etiopia. Tískil kom eg at hava nógv við øll hesi børn at gera. Havi tí eisini havt áhuga at fylgja við, hvussu tað gongst teimum.
Margrét og Benedikt saman við Gisla og Katrin vóru í Konso, tá ið eg tók Jóhannes og Jákup til mín. Tey hava tískil eisini fylgt við, hvussu tað hevur gingist teimum báðum. Tíbetur kann sigast, at tey eru øll komin hampiliga væl fyri.
Benedikt og Margrét hava javnan verið aftur í Etopia og eisini í Konso ferðast. Margrét sigur, at viðurskiftini broytast til tað betra í Etiopia, men hetta hendir sera spakuliga. Addis Abeba verður útbygdur sum ein býur í Europa, men tað skal ikki farast langt fyri at koma til stórt fátækradømi.
Úti á bygd eru líðandi broytingar til tað betra. Hetta er so eisini galdandi fyri Konso.
Margrét var her í fylgi við beiggja sínum Helga Hróbjartsson, sum hevði møti í missiónshúsum kring landið. Hann umboðaði saman við norðmonnum Flymisjonen, sum hevur trúboðaravirki í Guinea Bissau og í Suðuretiopia. Hesir vóru eisini við í Føroyum.
Helgi byrjaði í 1967 sum trúboðari hjá Norsk Luthersk Missionssamband í Waddera, sum var nakað langt í ein landnyrðing úr Konso. Men frá 1993 til 2004 hevði hann egið flogfar. Hetta nýtti hann til neyðhjálpararbeiði, eftir at kommunisman var fallin í 1991. Hann brúkti tað eisini tilflutning av sjúklingum. Hetta var nógv skjótari og tryggari enn tann vanliga beringin.
Helgi vísti film millum annað frá Etiopia. Her sást ein oyggj í eini á, har tað búðu 250 fólk, og hesi høvdu sítt egna mál!
Helgi hevði annars verið virkin í neyðhjálpararbeiðinum í samband við hungursneyðina í 1974. Hesum greiðir hann frá á heimasíðuni: www.flymisjonen.no.
Her sigur hann millum annað, at tað var ringt at síggja hungrandi fólk standa i langari bíðirøð eftir mati. Men enn verri var tað, at síggja fólk detta deyð niður av hungri, meðan tey stóðu í bíðirøðini.
Íslendingar, sum eg annars arbeiddi saman við, vóru Skúli Svavarson, kona hansara Kjelrun Langdal, sum er norsk. Tey vóru í Gidole og Konso 1967-76. Afturat teimum arbeiddi eg saman við hjúnunum Jónas Thórisson og Ingibjørg Ingvardsdóttir (1973-1987). Tað hava eisini verið aðrir íslendskir trúboðarar á øðrum støðum, sum eg havi samstarvað við.
Tað var stuttligt at hitta Margrét nakrar dagar í Føroyum. Vit arbeiddu saman í Etiopia, og vit hava eisini havt nógv samband okkara millum, síðan vit eru komnar heim aftur.
______________________
Tesfaye Gabiso lat seg ikki kúga
Ein sera lýsandi søga um politisku skipanina í Etiopia er søgan um Tesfaye Gabiso og hansara vinfólk. Hetta er bæði ein ræðusøga og eisini ein ótrúlig søga um dirvi hjá ungum fólki, sum hildu fast um sína sannføring, hóast avleiðingin eins væl kundi verið deyðin
Við byrjanini av kollveltingini í 1974 var stórur eldhugi millum fólk. Kirkjan ásannaði eisini, at tørvur var á broytingum. Eitt stig, sum í sær sjálvum var sera positivt, var royndin at fáa lært fólk at lesa og skriva.
Allir studentaskúlar vórðu stongdir eitt ár, og næmingarnir vóru sendir út á bygdirnar at undirvísa fólkinum. Kanska var tankin góður, men hetta riggaði als ikki. Tað var mest býarungdómur, sum varð sendur út til bygdirnar, men hetta var ein heilt onnur verð hjá teimum eisini. Nógv av hesum trivust yvirhøvur ikki. Tað var javnan, at tey eisini fingu sálarligar trupulleikar og máttu sendast heim aftur. Ein vansi var eisini, at hetta skapti ólag á hjá teimum, sum lósu við stongdu skúlarnar.
Hesir næmingar og lærarar fingu serligar eyðkennisbúnar við kommunistiskum bringumerkjum á.
Tá ið komið varð í eina bygd var gingið í skrúgongu gjøgnum hana. Hetta hendi eisini í bygdini Shakisso. Teirra millum var eisini Tesfaye Gabiso, sum gjørdi sína borgaraskyldu. Hann kom í kirkju sunnudagin eftir saman við einum lítlum bólki av øðrum studentum. Hetta var vandamikið fyri teir, tí tað kundi væl frættast til eitt hægri stað.
Tesfaye var sera virkin innan kirkjuliga økið, og hetta var ikki væl tolt av myndugleikunum.
Kristin ungdómur var skomm fyri kommunistisku leiðararnar
Í 1979 vóru hóphandtøkur av kristnum ungfólki í Yirgalem, har Tesfaye nú búði. Orsøkin var ein veking millum skúlaungdóm í býnum, sum avgjørt ikki dámdi myndugleikunum.
Tesfaye var ein av teimum leiðandi í hesi veking. Hann dugdi væl at syngja, og hann skrivaði eisini kristnar sangir. Hann hevði sungið inn á kasettir og hevði eisini sungið í eini kristnari útvarpsstøð, sum nú var stongd av myndugleikunum. Tí var hann eitt væl kent navn í Etiopia.
Ein slík veking var ein skomm fyri kommunistisku leiðararnar og mátti tí steðgast. Hetta var ímóti øllum, sum teir stóðu fyri. Teir høvdu sínar sneytarar, sum kundu peika út teir mest virknu. Tískil vóru 17 av hesum ungu handtikin, og sum leiðari var Tesfaye ein av teimum.
Her var ikki talan um ákærur ella rættarsak. Men hetta var so vanligt hesa tíðina, at eingin varnaðist júst hetta. Í staðin royndu kommunistarnir at fáa hesi ungu at avnokta sína kristnu trúgv. Lovaðu teir hetta, sluppu teir leysir beinanvegin.
Men hetta noktaðu teir avgjørt, hóast ymiskar snildir vóru nýttar. Hetta kundu kommunistarnir ikki lata sita á sær, so teir máttu fáa hjálp frá floksskrivstovuni í Addis Abeba. Teir sendu nakrar eysturtýskar ráðgevarar, sum kendu til nýtslu av torturi. Hesir skuldu duga røttu snildirnar.
Ein háttur var at noyða hesi ungu at grulva í runu frá fongslinum til ein fótbóltsvøll nærindis. Teir máttu ikki hyggja til síðis. Gjørdu teir tað, fingu teir sløg víð pískinum á ryggin. Tá ið teir komu fram, vórðu teir hongdir við beinunum upp eftir og blivu bukaðir við lurkum. Hetta gjørdi tó ongan mun. Tey ungu stóðu vit sítt. Síðan vóru teir førdir oman til áarbakkan, har hermenninir tóku teir ein í senn út í ánna og hildu teimum undir vatnið so leingi, at teir vóru um at drukna. Hetta vikaði heldur ikki hesi ungu.
Trúboðararnir máttu gera okkurt fyri at hjálpa teimum. Hetta var ikki lætt, tí eftirlitið var strangt. Men teir syrgdu í loyndum fyri, at tíðindini um hesa viðferð vórðu kend í útlandinum. Fyrst í Noregi og síðan í Týsklandi og Englandi. Hetta vakti sjálvandi stóran ans.
Hetta ræddi eisini myndugleikarnar, sum góvust við júst hesi framferðini. Eysturtýskararnir vórðu sendir avstað aftur, haðani teir vóru komnir.
Men tey ungu blivu sitandi í fongsli, har tey fingu nógva vitjan. Hetta gjørdi, at tey vórðu flutt til eitt fongsil longur burtur, har eingin fekk vitjað tey. Tá ið hetta heldur ikki hjálpti, vórðu tey send aftur til Yirgalem at sita.
Tann lokali floksleiðarin var í øðini um, at hann ikki fekk bilbukt við hesum ungu. Hann føldi tað sum eitt persónligt niðurlag. Fleiri ferðir kom hann sjálvur til fongslið, har hann hótti við deyðarevsing, um tey ikki tóku annað skinn um bak. Tey vistu, at henda hóttan var verulig, men tey lótu seg ikki rokka.
Ein vælkomin hemorida
Ein dagin kom Tesfaye á sjúkrahúsið saman við tveimum politistum. Norski læknin Sigmund Lende fekk eitt prát við hann og fekk at vita, at hann var komin vegna eina hemoridu, sum plágaði hann. Sigmund helt, at Tesfaye mátti heldur koma við sær inn á skurstovuna. Hetta var nú mest eitt páskot fyri at kunna práta við hann í friði og náðum.
Sigmund spurdi, hvussu hann hevði tað. Tað var ikki so galið! Men eina tíð hevði hann sitið í einum skoti. Hvussu leingi? Jú, tað var í seks mánaðir, dag og nátt. Her var so trongt, at antin mátti hann standa ella sita húkandi.
Læknin fekk sær nú eitt páskot fyri at leggja Tesfaye inn á sjúkrahúsið. Hann segði, at hetta var neyðugt fyri at viðgera hemoridina. Hetta varð annars vanliga orðnað ambulant. Vaktarmaðurin leinkjaði fótin á Tesfaye fastan í songina, og setti seg við songina við byrsu, so hann ikki skuldi rýma.
Skjótt frættist, at Tesfaye var innlagdur, og fólk komu streymandi alla staðni frá at vitja hann. Tey komu enntá í bussum. Tey lurtaðu eftir honum, meðan hann sang sínar kristnu sangir, sum hann hevði skrivað í fongslinum. Vaktarmaðurin lurtaði eisini. Hann hevði bert fingið boð um at forða Tesfaye at rýma. Ikki at forða honum at syngja!
Eina ferð var tíðin farin, og hann mátti aftur í fongslið.
Kamburin
Í 1983 fór Sigmund Lende heim til Noregs í farloyvi. Áðrenn hann fór, vildi hann fegin vitja Tesfaye.
Tað eydnaðist honum at koma inn, og hann fekk høvi til at tala við Tesfaye. Tað var ikki nógv, teir fingu talað saman, av tí at fangavaktarin stóð hjá. Áðrenn teir skiltust, tók Tesfaye ein lítlan pakka, rætti Sigmundi hann og segði: “Hetta skal tú eiga sum eitt lítið minni frá mær,” segði hann.
Sigmund opnaði pakkan, meðan fangavaktarin stóð hjá. Inni í lá ein trækambur, sum hann hevði gjørt. Í skaftinum á kambinum hevði hann við snotiligum stavum á amharinja og enskum máli brent skriftorðið: “Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur.” Filip 1,21.
Sigmund segði mær, at hetta var eitt av teimum dýrmætastu minnum, sum hann hevði við sær, tá ið hann fór heim.
Nakað eftir hetta kom Tesfaye aftur til viðgerðar her á sjúkrahúsinum, og tá fekk eg høvi at skifta nøkur orð við hann. Eg spurdi hann, hvussu leingi hann og hinir høvdu sitið í fongsli fyri Kristi navns skuld. “Í meira enn fýra ár,” segði hann. “Hvussu hevur tú tað nú?” spurdi eg. “Á, eg eri so glaður,” svaraði hann, meðan andlitið skein sum ein sól.
Eg kann ikki siga annað enn, at eg kendi ein sting í hjartanum. Her stóð eg, fræls og frí, meðan hesin ungi maður við ríkum evnum og góðari útbúgving sat inni síni bestu ungdómsár.
Eg og fleiri við mær vitjaðu hann í fongslinum nakrar ferðir. Vit komu ikki inn í fongslið, men vit tosaðu saman gjøgnum hegnið, sum var um fongslið. Her vóru ringar umstøður sum í øðrum fongslum. Tað regnaði gjøgnum takið og hyljar vóru á gólvinum í regntíðini. Eg fekk eisini prátað við fleiri av hinum, sum sótu í somu søk.
Amnesty kemur inn í myndina
Nú hendir tað, at Amnesty International kemur inn í myndina og góðkennir hesi ungu sum samvitskufangar. Hetta førdi til ein streym av brøvum til myndugleikarnar í Etiopia.
Nú merktist broyting í hugburðinum móti hesum fangum. Men tá høvdu teir eisini sitið í seks ár. Hetta er enn ein váttan um, at arbeiðið hjá Amnesty loysir seg. Slíkar stjórnir eru sera sárar um sítt umdømi í útlandinum.
Tesfaye var síðan innkallaður til floksskrivstovuna sum umboð fyri allan bólkin. Nú skuldu tey bara lova at halda seg frá kristiligum møtum fyri at verða slept leys. Men hetta noktaði Tesfaye blankt. So varð hann aftur sendur í fongslið.
Men stutt eftir vórðu kortini øll latin leys, og nú var tað bert við eini áheitan um at halda seg frá kristiligum virksemi. Hetta svaraðu tey nú heldur ikki til.
Aftur tikin: Nú skuldu tey hava rættartrygd!
Á páskum 1988 varð Tesfaye aftur tikin. Orsøkin var, at hann saman við 35 ungum kristnum hevði hildið páskir í eini kirkju í Dilla sunnanfyri Yirgalem. Løgreglan fylgdi væl við tí, sum tey gjørdu, sum høvdu sitið føst. Løgreglan stormar kirkjuna og tekur tey øll.
Men hesa ferð tordu myndugleikarnir ikki at lata tey sita uttan rættarsak, tí teir óttaðust útlandið. Nú skuldi tað vera ordan í! Tað skuldi reisast ákæra, og so skuldi dømast sambært landsins lógum.
Trupulleikin var bert, hvat tey skuldu ákærast fyri, tí alment var jú trúarfrælsi í landinum. Eftir at tey høvdu verið til drúgvar avhoyringar, endaði tað eisini við, at tey øll vórðu slept leys aftur.
Tesfaye kom á prestaskúla í Kenya, og hann er nú prestur í heimbygdini. Hann giftist í 1995 og tey eiga í hvussu er eina dóttir.
Í 1998 var Tesfaye á eini møtirøð í Noregi. Tey sum hava áhuga kunnu síggja og hoyra Tesfaye syngja við at fara inn á Google og leita eftir hansara navni.
Næstu ferð
Í komandi parti koma vit millum annað at hoyra um trøllakonuna Sui. Framhaldandi verður greitt frá atsóknunum móti teimum kristnu