Elspa í essinum

Hóast hon bert er 12 ára gomul, hevur Elspa Mørkøre longu svomið undir kravtíðirnar til Oyggjaleikirnar. Hartil setti hon tvey føroysk met og eitt bólkamet á Suðuroyar Stevnuni um vikuskiftið

Svimjing

Stór svimjikapping var í Vági um vikuskiftið, har svimjarar úr sjey feløgunum tóku lut. Kappingin fevndi um bólkarnar 4 og 5.
Hóast talan er um kapping, sum liggur somikið tíðliga á svimjiárinum, so var hugaligt at síggja, at tvey nýggj føroysk met vórðu sett.
Bæði vórðu tey sett av bara 12 ára gomlu Elspu Mørkøre úr Fuglafirði, sum avgjørt má roknast sum eitt av heilt stóru føroysku svimjitalentunum.
Elspa hevur júst skift aldursbólk, og eisini í bólki 4, sum hon svimur í, setti hon nýtt met. Hetta setti hon í 200 metra ryggsvimjing í tíðini 2.29,8.
Tey bæði føroysku metini, sum Elspa setti, vóru í 200 metra blandað við 2.30,80 og í 50 metra rygg í tíðini 0.31,69.
Samstundis sum talan var um føroysk met, gevur hetta eisini Elspu rætt til luttøku á komandi Oyggjaleikum, og tað má sigast at vera satt bragd hjá bara 12 ára gomlu gentuni.
Umframt metini hjá Elspu, vórðu bæði silvur- og bronsunálir lætnar trimum svimjarum. Kári J. á Høvdanum, sum eisini svimur í Fuglafirði, fekk silvurnál fyri at svimja 200 metra rygg í 2.29,8, og Anna Maria Midjord úr Vági og Sólvá Túna Rúnadóttir av Tvøroyri fingu bronsunálir.

Tá talt varð saman, hevði Fuglafjarðar svimjifelag vunnu nógv tey flestu heiðursmerki. Samlaða býtið av metallinum gjørdist hetta:
FelagGullSilvurBronsa
Fuglafjarðar Svimjifelag2442
Tvøroyrar Svimjifelag17126
Flot1283
Ægir1152
Vágs Svimjifelag6112
Skeggjar667
Havnar Svimjifelag643