74 ára gamli belgiumaðurin, Hugo Broos var elsti landsliðsvenjarin, ið tók lut í hesum HM-endaspælinum.
Hugo Broos, ið hevur verið landsliðsvenjari hjá Suðurafrika í fimm ár boðar nú frá, at hann gevst í starvinum.
Tað eydnaðist Hugo Broos at føra Suðurafrika til HM-endaspælið, og at fáa teir víðari úr innleiðandi bólkaspælinum. Í sekstandapartsfinaluni taptu teir 0-1 fyri Kanada.
Við belgiska miðilin, voetbalnieuws.be sigur Hugo Broos, at hann fer ikki at gerast fótbóltsvenjari aftur. Hann fer at bjóða seg fram sum talentleitari ("talentspeidari"), men tað verður helst ikki í nøkrum øðrum leikluti hann fer at fáast við fótbólt. Í samrøðuni staðfestir Hugo Broos, at tíðin er komin, har fótbólturin ikki er á skránni frá morgni til myrkurs.
Tað kann koma upp á tal, at Hugo Broos verður knýttur at suðurafrikanska fótbóltssambandinum, sum ráðgevi komandi árini. Verður sagt í samrøðuni.










