Elton John bíðaði til fánýtis

Songkvinnan Amy Winehouse var somikið vónbrotin eftir at tað var liðugt millum hana og sjeikin Alex Claire, at hon fór at drekka. Hetta merkti, at 23 ára gamla Amy mátti avlýsa tvær konsertir.

Tíanverri fyri songkvinnuna, ið arbeiðir hart fyri at fáa sítt stóra gjøgnumbrot í USA, var ein av konsertunum, ein konsert fyri innbodnum, har nógv kend fólk vóru komin at lurta m.o. Sir Elton John, skrivar eb.dk. Men man Elton John ikki hava avlýst bæði eina og tvær konsertir í sínum ungu meira lívligu døgum, so hann eigur ivaleyst ikki at vera alt ov illur um, at hann møtti upp til onga nyttu.
Sambært pápa Amy, verður hon nú send til avrúsan.