Elttør og Battle hittast í Noregi

Altjóða oljuframsýningin ONS 98 letur upp í Stavanger í Noregi í dag, við stórari luttøku úr eitt nú Føroyum. M. a. er føroyski oljumálaráðharrin Eyðun Elttør við á framsýningini, saman við fýra øðrum oljuráðharrum

Í dag letur altjóða oljuframsýningin ONS 98 upp í norska oljuhøvuðsstaðnum, Stavanger. Ikki færri enn 5 oljuráðharrar eru við, tá framsýningin verður sett av Haraldi kongi. Teirra millum er føroysku oljumálaráðharrin, Eyðun Elttør og er hetta fyrsta ferð hansara í útlandinum, síðani avgjørt varð av seta ein oljumálaráðharra burturav.

? Hetta er ein sera stór avbjóðing fyri meg og fyri Føroyar. Eg ætli at brúka mína tíð væl og koma heimaftur fullur við hugskotum og upplýsingum frá norðmonnum og teirra royndum í oljuvinnuni.

Eyðun Elttør kom til Noregs longu sunnukvøldið, og tíðliga mánamorgunin fór hann á eina heldur óvanliga og forvitnisliga ferð. Statoil hevði boðið føroyska oljumálaráðharranum at vitja á einum av sínum boripallum. Leiðin gekk til Veslefrigg boripallin, har Elttør varð sera væl móttikin. Eisini Alex Buvik frá Oljufyristingini var við á hesi ferðini úti í Norðsjónum.

? Eg haldi tað hevur nógv at siga fyri okkum at síggja, hvussu arbeiðið fer fram úti á einum boripalli. Tað verða slíkir pallar sum hesin, ið fara at bora á føroyskum øki um vónandi ikki so langa tíð sigur Eyðun Elttør við Sosialin.


Hitta Battle

Eyðun Elttør dylur ikki fyri, at hann sær nógv fram til at hitta bretska starvsbróðurin, John Battle, sum hevur ynskt henda fundin. Ætlanin er, at teir báðir skulu hittast einaferð í dag - á oljuráðstevnuni í Stavanger.

? Tað er John Battle, sum hevur biðið um henda fundin, og ætli eg mær at brúka tíðina saman við honum væl. M.a. hevur Eyðun Elttør í hyggju at greiða sínum bretska starvsfelaga frá gongdini í oljumálinum og hvat føroyingar halda um eina komandi oljuvinnu. Hann ætlar sær eisini at siga honum, hvussu stóran týdning allir føroyingar leggja í spurningin um markið.

? Eg fari ikki at leggja meg út í samráðingarnar, men tað er greitt, at her stendur nógv upp á spæl. Vit føroyingar vilja fegnir hava í gongd eina útbjóðing, men hon verður ikki fyri ein og hvønn prís. Kortini vóni eg, at fyrsta útbjóðingin verður um ikki alt ov langa tíð.


Umhvørvið

Nú Eyðun Elttør hevur røkt starvið sum Føroya fyrsti oljumálaráðharri í nakrar mánaðir heldur hann, at tað var rætt at seta landsstýrismann burtur av til at røkja hetta málsøkið. Og hann metir eisini, at tað er rætt, at málsøkið eisini fevnir um umhvørvisspurningar.

? Tað eru ikki minst umhvørvisspurningar eg ætli at taka upp við tey mongu fólkini, sum vit fara at hitta undir vitjanini sigur Eyðun Elttør, sum ikki er einsamallur í Noregi. Saman við sær hevur hann m.a. leiðaran á Oljufyrisitingini, Herólv Joensen, leiðaran á Jarðfrøðissavninum, Martin Heinesen, Alex Buvik, ráðgeva í umhvørvismálum og nýggjasta fólkið á Oljufyrisitingini, Anni á Hædd, sum er sett a taka sær av løgfrøðiligum spurningum.


Hitta norska

starvsfelagan

Eyðun Elttør fer at fáa ov mikið at taka til undir vitjanini í Noregi. Mikukvøldið skal hann hitta norska oljumálaráðharran, Marit Arnstad. Tey bæði fara at tosa um sínámillum samvinnu á oljuøkinum.

Um sama mundið, sum føroyski oljumálaráðharrin hittir starvsfelagar á oljumessuni í Stavanger, er Anfinn Kallsberg, løgmaður á síni fyrstu vitjan nakrantíð á einum oljupalli. Løgmaður er úti á framleiðslupallinum Snorre, sum Saga Petroleum er operatørur á.

Mikudagin verða bæði Eyðun Elttør og Anfinn Kallsberg á oljumessuni í Stavanger. Umframt eru eisini umleið 80 føroyingar á messuni. Fleiri teirra eru við í føroyska básinum, sum er á stevnuni.