Málverji: Antonios Nikopolidis, Grikkaland. Hóast Nikopolidis seinasta hálva árið hevur havt trupulleikar við at vinna sær fast pláss í málinum hjá felagi sínum, Olympiakos, hevur Nikopolidis í hesum EM-endaspælinum av álvara prógva sítt virði. Við sínum róliga og trygga málmansspæli hevur hann verið grundarsteinurin undir trygga grikska verjuspælinum.
Høgri bakkur: Miguel, Portugal. Ungi bakkurin úr Benfica hevur verið mest støðugi verjuleikarin hjá Portugal, eftir at hann tók plássið frá Paulo Ferreira aftaná fyrsta dystin í kappingini. Í finaluni sunnukvøldið noyddist Miguel tó at fara av vøllinum fyri hálvleik við einum skaða.
Miðverji: Mihailis Kapsis, Grikkaland. Hann hevur spælt yvir fyri Milan Baros, Thierry Henry, Raul og Pauleta uttan at nakar av fyrr nevndu stjørnunum hevur fingið mál burturúr, og tað sigur ikki so lítið um avrikið hjá grikska miðverjanum úr AEK Athen. Kapsis hevur avgjørt verið ein av grundstuðlunum í stinnna verjupartinum hjá griksku evropameistarunum.
Miðverji: Tomas Ujafalusi, Kekkia. Ujafalusi, sum til dagligt leikar í týska Hamburger SV hevur verið sera drúgvur á kekkiska liðnum, sum sýndi ein tann besti fótbóltin í EM-endaspælinum. Nógv fótbóltsmiðlar vilja verða við, at Ujafalusi í summar fer at skifta úr týska felagi sínum til italska Inter.
Vinstri bakkur: Ashley Cole, Ongland. Nógv høvdu vónað, at onglendingar fóru at koma langt í kappingini, men teir vóru steðgaðir ífjórðingsfinaluni, tá ið teir noyddust at lúta fyri Portugal eftir brotssparkskapping. Ein tann besti á enska liðnum í kappingini hevur verið Ashley Cole úr Arsenal, sum við sínum kvikleika og bóltførleika er stinnur bæði í verjupartinum, men eisini fram eftir vøllinum
Vinstri miðvallari: Pavel Nedved, Kekkia. Liðskiparin hjá kekkum, Pavel Nedvedúr italska Juventus, er uttan iva ein av heimsins bestu fótbóltsspælarum. Hann er motorurin á kekkiska miðvøllinum, og so er hann ein sera málsøkin miðvallari. Kanska hevði tað gingið øðrvísi hjá kekkunum í hálvfinaluni, um Nedved ikki noyddist av vøllinum við skaða fyri hálvleik.
Miðvallari: Maniche, Portugal. Bindiliðið á portugisiska miðvøllinum hevur uttan iva verið Maniche úr Porto. Á einum liðið, sum hevur havt rættuliga óstøðug avrik, hevur Maniche kanska verið tann mest støðugi leikarin av teimum øllum. Sum skilst hava fleiri ensk og italsk feløg sýnt honum áhuga seinastu vikurnar.
Høgri miðvallari: Christiano Ronaldo, Portugal. Ronaldo byrjaði fyrstu dystirnar á beinkinum hjá Portugal, tí at Simao bleiv tikin framum. Skjótt valdi portugisiski venjarin, Scolari, tó at býta um, og eftir at Ronaldo fyrst fekk møguleikan frá byrjan, var plássið hansara. Við sínum skjótleika og tekniska førleika er Manchester United-leikarin ein støðug hóttan fyri verjuna hjá mótstøðuliðnum.
Áleypari: Milan Baros, Kekkia. Eftir at hava verið skaddur størsta partin av undanfarna kappingarári, fekk Milan Baros úr Liverpool av álvara gjørt vart við seg í EM-endaspælinum, har hann gjørdist toppskjútti við fimm málum. Nú hann tykist verða komin fyri seg, verður tað spennandi at síggja samstarvið millum hann og Michael Owen.
Áleypari: Ruud van Nistelrooy, Holland. Eingin kann sum van Nistelrooy fáa mál burtur úr ongum. Hetta sást einabest í dystinum ímóti Týsklandi, har Manchester United-framherjin fekk javnað við einum ómøguligum máli stutt fyri leiklok. Kanska hevði van Nistelrooy verið enn betur í EM-endaspælinum, um hann ikki var so einsamallur í hollendska álopinum.
Áleypari: Wayne Rooney, Ongland. 18 ára gamli Everton-framherjin Wayne Rooney hevur fingið sítt altjóða gjøgnumbrot í EM-endaspælinum. Hóast sín unga aldur tykist Rooney ikki verða bangin fyri at bjóða stóru kanónunum av, og við sínum avriki í EM hevur hann skapt so stóran áhuga fyri sær, at Everton nú vil hava ein hálva milliard, um teir skulu selja hann.
Venjari: Otto Rehagel, Grikkaland. Royndi týski venjarin, sum í sínari tíð sum venjari í Werder Bremen, vann fleiri týsk meistaraheitir, er óivað heilin aftan fyri grikska evropameistaraheitið. Rehagel hevur syrgt fyri, at grikkar nú eru eitt tað best skipaða liðið í altjóða fótbólti, og tað hevur ovurhonds stóran týdning.