07 Vestur hevur boðað frá, at 07 Vestur hevur gjørt sáttmála við Emil Grønn Pedersen. Hann er leigaður frá Start.
- Nýggjasti leikari okkara er Emil Grønn Pedersen, sum vit hava leigað hetta kappingarárið. 25 ára gamli áleyparin kom til landið leygarmorgunin. Hann spældi við í fyrra hálvleiki í venjingardystinum móti B68, skrivar 07 Vestur og leggur afturat:
- Seinnu árini hevur Emil verið knýttur at Start í Noregi, men hevur verið leigaður út til onnur feløg. Sambært heimasíðuni hjá Start er Emil ein hartarbeiðandi og professionellur fótbóltsspælari við nógvum góðum eginleikum.
Emil Grønn Pedersen kemur úr eini sera traditiónsríkari og aktivari fótbóltsfamilju. Pápi hansara, Steinar Pedersen, er kendur bæði sum fótbóltspælari og venjari. Abbin, Erik Ruthford Pedersen, er eisini fótbóltsvenjari.