HB hevur gjørt sáttmála við 31 ára gamla miðvallaran Emil Berger. Hann er svenskari við royndum í bestu svenksu deildini, sum í fjør spældi við Leiknir í Íslandi. Tað er sama felag sum Mikkel Dahl.
Emil Berger er tað, sum á fótbóltsmáli verið rópt ein ”6 ari”. Tað er ein verjukendur miðvallari, sum hevur til uppgávu at tryggja eina javnvág á einum liði. HB hevur nógvar framrættaðar miðvallarar í hópinum og tí verður hetta mett sum eitt neyðugt keyp.
Emil Berger hevur roynt eitt sindur hvørjum í síni yrkisleið. Hann umboðað fleiri feløg í fleiri londum. Hann hevur spælt í Svøríki, Norra og Íslandi.
HB spælir sunnudagin sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum, sum verður móti B68 í Gundadali.