Føroyska kurvabóltslandsliðið fekk í dag sítt avgjørt frægasta úrslit í oyggjaleikakappingini, tá teir í A7 høllini í Visby í Gotlandi taptu 58-72 ímóti Isle of Man, sum má sigast at verða tað, sum ein kann nevna eitt heiðurligt tap.
Ímóti dystarenda hevði Isle of Man veruliga hug at draga veruliga frá, og var á odda 70-48, men seinasta løtan var góð hjá føroysku kurvabóltslandsliðnum, og teir fingu hálað seg upp á 58-72, sum má sigast at verða góðkent hjá tí minst roynda oyggjaleikalandsliðnum.
Tað blivu til fýra tap í fýra dystum, men við einari øktari landskapping við fimm liðum, og við tí ungdómsarbeiðnum, sum fer at verða gjørt komandi árini er tann fyrsti føroyski oyggjaleikasigurin í kurvabólti ikki so langt burtur.