Sóljan-Kyndil 22-19 (12-9)
Hondbóltur
Tað hevur verið tungur burður hjá Sóljuni, nú liðið hetta kappingarárið hevur roynt seg í bestu kvinnudeildini. Alla tíðina hevur setningurin verið at bjarga plássinum í deildini, og størsta partin av tíðini hevur verið líkt til, at hetta stríðið fór at vera til fánýtis hjá teimum.
Eftir at tær í grundspælinum vunnu heimadystin móti Tjaldri, hevur talan bert verið um ein einstakan javnleik í Runavík, men meðan runavíkingar síðani hava fingið styrk, hava tær í Vágunum mist toppskjúttan. Síðani tá hevur tað alla tíðini líkst einari niðurflyting, og ikki minst varð hetta staðfest, tá tær vitjaðu hjá Tjaldrinum.
Høvdu tak á
Møguliga er tó ikki øll vón sløkt hjá Sóljuni. Sunnudagin høvdu tær vitjan av Kyndli, og hóast tað var eitt sera óvæntað úrslit, so var tað kortini ikki óuppiborið, skilst.
Sóljan var alla tíðina tað av liðunum, sum hevði munin á máltalvuni, tó at talan ikki var um nakran stóran mun. Fyrra hálva tíman vóru eitt og tvey mál mesti munurin, fram til Sóljan seinastu løtuna skeyt trý mál á rað.
Hetta skuldi eisini vísa seg at verða ein sera avgerandi løta, tí eftir hetta megnaði Kyndil ongan tíð at stríða seg heilt upp ímóti heimaliðnum. Heldur ikki tá hesar tvær reisur við stuttum millumbildi vórðu raktar av tveimum útvísingum.
Stríddust
Ein av leikarunum á liðnum hjá Sóljuni er Sólja Nielsen, og einki er at taka seg aftur í, at hon var fegin um tey bæði stigini, sum vágagenturnar høvdu bjargað sær.
- Orsøkin til sigurin var fyrst og fremst tann, at vit tóktust meira uppsettar til hendan dystin, enn vit hava verið fleri av undanfarnu dystunum. Vit stríddust meira enn vit plaga,. og tá vit so eisini høvdu leiðsluna nær um alla tíðina, so skumpaði hetta sjálvandi eyka undir okkum.
- Vit fingu tó nakað av trupulleikum, tá tær móti endanum skiftu til eina 5-1 verju, men tíbetur eydnaðist tað okkum kortini at halda fast, sigur hon um dystin.
Móti Tjaldri
Spurd, hvussu tað ber til, at úrsltiini kunnu vera somikið óstøðug, sum tey hava verið hjá Sóljuni í seinastuni, vísir hon aftur á, at tær mugu stríðast í hvørjum dysti.
- Tá vit vóru í Klaksvík, vistu vit undan dystinum, at vit ongan møguleika høvdu, og úrslitið varð eisini hareftir, var svarið vit fingu til hetta.
At úrslitið móti Kyndli hevur givið Sólju og Sóljuni betri mót til komandi dystirnar, sum helst skulu tryggja liðnum móti niðurflyting, er einki at ivast í. Sólja ivast tó ikki í, at tað verður í seinasta dystinum móti Tjaldrinum, at hetta skal gerast.
- Eg rokni ikki við, at vit koma at hava nakran serligan møguleika móti VB og Neistanum, so hesir dystir verða helst nýttir sum eitt slag av venjing, har vit fyririeika okkum til dystin móti Tjaldrinum, sigur hon at enda.
Tað er eisini líkt til, at talan fer at verða um ein altavgerandi dyst, tá Sóljan á seinasta leikdegi fer at takast við Tjaldur. Í løtuni hava bæði liðini fýra stig, men Tjaldur má tó sigast at hava møguleika at rykkja nakað frá, tá tær á heimavølli skulu royna seg móti Kyndli. Undir øllum umstøðum verður tað millum Tjaldur og Sóljuna, at stríðið um niðurflyting skal standa, og so má tíðin vísa, hvørt av liðunum skal skifta um við StÍF, sum frá komandi kappingarári aftur verður at síggja í bestu deildini.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Sóljan: Hertha Simonsen 7, Louisa Jørgensen 4, Sólja Nielsen 4, Marjun Jørgensen 2, Jóhann i Horni 2, Heidi Haraldsen 2, Heidi Maria Akdselsen 1
Kyndil: Jórun Ludvic 7(2), Lotte Sørensen 5(3), Jensia Petersen 3, Ingrid Petersen 1, Kristbjørg Petersen 1, Erla Smith 1, Óluvá Dalsgaard 1
Brotskøst: Kyndil 6
Útvísingar: Sóljan 2
Dómarar úr VÍF: Ingi Olsen og Símun Olsen