Engell: Vánalig kanning hjá Javnaðarflokkinum passar teimum illa

Tey Radikalu krevja, at Javnaðarflokkurin skrivar út val, men stjórnarflokkurin klárar seg illa í kanningum.

 

Tað eru fleiri mál, sum eru orsøk til laku undirtøkuna, og tí verður tað trupult at venda hjá forsætisráðfrúuni Mette Frederiksen at venda gongdini. (Arkivfoto). - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Danski Javnaðarflokkurin stendur til tað vánaligasta úrslitið í kanning í áravís, meðan valfepur er á Christiansborg.

Tey Radikalu hava hótt við misálitisuppskoti, um Mette Frederiksen ikki skrivar út val í seinasta lagið í oktober.

Tað leggur trýst á stjórnarflokkinum, heldur Hans Engell, politiskur viðmerkjari.

– Tað er tann ringasta kanningin í áravís, og tað ger, at avgerðin um at skriva út val er trupul. Hon er trupul, tí at Mette Frederiksen er noydd at kaga eftir, hvussu veljarakanningarnar eru.

– Síðani summarfrítíðina hava kanningarnar verið ópassandi fyri Mette Frederiksen, sigur hann.

Javnaðarflokkurin stendur í kanning frá Voxmeter fyri Ritzau til 22,9 prosent av atkvøðunum.

Á valinum í 2019 fekk flokkurin 25,9 prosent av atkvøðunum, men tað var eisini ein lítil afturgongd.

Hans Engell heldur, at tað er týðuligt, hvat hevur kostað stuðul hjá stjórnini millm veljararnar.

Tað er málið um minkarnar, har stjórnin boðaði frá, at allir minkar í Danmark skuldu avlívast vegna óttan fyri mutatión av koronuvirus.

Men tað varð gjørt, áðrenn lógargrundarlagið var í ordan. Mette Frederiksen fekk harðar atfinningar av kommisjónini og fekk eina politiska nøs fyri sín leiklut.

– Minkamálið kostar nógv, sera nógv. Hon er ikki komin serliga væl frá handfaringini, og málið er ikki liðugt enn, sigur Hans Engell. Hann sipar til, at lagnan hjá fleiri embætisfólkum enn er óviss.

Harumframt vísir hann á kjakið um leiðslustílin hjá Mette Frederiksen og søguna um skuldsetingini ímóti Lars Findsen, sum er heimsendur stjóri fyri Forsvarets Efterretningstjeneste.

Tað eru fleiri mál, sum eru orsøk í lágu undirtøkuni, og tí verður tað trupult at venda gongdini hjá Javnaðarflokkinum.

– Henni tørvar nøkur vinnaramál, og vit hava ikki hoyrt nógv um, hvat stjórnin ætlar at fara til val uppá. Tað kemur, tá 2030-ætlanin verður løgd fram, sigur Engell.

Á Christiansborg verður spekulerað í, um forsætisráðharrin kann finna uppá at skriva út val longu í næstu viku, tá flokkurin hevur summarbólkafund.

– Vánaligu veljarakanningarnar skunda ikki undir eitt skjótt fólkatingsval, og tær viðvirka ikki til, at tað er full greiða yvir 2030-ætlanina hjá stjórnini. Tey hava allarhelst allar møguleikar fyri vali opnar, sigur Hans Engell.

Kanningin frá Voxmeter vísir harumframt bláan meiriluta. Blái blokkur stendur til 50 prosent av atkvøðunum, meðan reyði blokkur stendur til 47,5 prosent.

Vinstri stendur til 15,4 prosent, meðan tað eru 12,5 prosent til tey Konservativu, sum enn ikki hava sagt, um flokkurin hevur eitt forsætisráðharraevni.

Onkur heldur, at tað verður fráboðað, tá Vinstri hevur summarbólkafund í næstu viku.

Danmarksdemokratarnir hjá Inger Støjberg standa í kanningini til 11,2 prosent.

/ritzau/

 

 

 

Tað eru fleiri mál, sum eru orsøk til laku undirtøkuna, og tí verður tað trupult at venda hjá forsætisráðfrúuni Mette Frederiksen at venda gongdini. (Arkivfoto). - Foto: Philip Davali/Ritzau Scanpix