Flogferðsla
Gardermoen:
Rutan millum Vágar og Gardermoen er tann tíggjunda, sum Atlantsflog letur upp. Onkur er hildin uppat aftur, men tær flestu eru enn virknar.
Væl av fólki var í flogfarinum, sum lætti úr Vágum leygardagin við kós móti Gardermoen. Og sum skiltist á leiðsluni í Atlantsflogi, eru vónirnar góðar um, at tað fer at halda fram soleiðis.
Flogskipari á fyrsta túrinum beinleiðis millum Føroyar og Oslo var veteranurin hjá Atlantsflog, Hans Hansen.
Hann greiddi frá, at hann hevur flogið, hvørja ferð ein nýggj ruta er latin upp, so hetta er hansara tíggjunda nýggja ruta fyri Atlantsflog.
Hans Hansen heldur tað vera rætt at lata rutur upp við miðstøð úr Føroyum, tí tað er har, felagið er skrásett, og haðani skulu vit arbeiða. Bæði í eystur og vestur, sum hann tekur til.
Hann vísir á, at millum Bretland og Føroyar er væl av samferðslu. Í grundini meira enn fólk geva sær far um, sigur hann, og eisini Ísland er ein vaksandi marknaður, sum enn meira eigur at fáast burtur úr, heldur royndi flogskiparin hjá Atlantsflog.