Kostnaður
Enn er ikki endaliga gjørt upp, hvussu nógv umvælingarnar av Stelki fara at kosta.
Stutt eftir eldsbrunan, metti Olaf Olsen, at umvælingarnar saktans kunnu koma at kosta einar 8-10 mió krónur, men sambært nýggjari metingum, er ikki væntandi, at arbeiðið verður so kostnaðarmikið kortini.
Olaf Olsen sigur, at nú fleiri av tólunum á brúnni helst kunnu bjargast, verður samlaði kostnaðurin helst nakað minni.
Karl Simonsen á sjódeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar sigur, at kostnaðurin av umvælingararbeiðnum ikki er endaliga uppgjørdur.
- Men líkt er til, at hetta arbeiði fer at kosta nakað minni, enn fyrstu metingarnar vildu vera við, sigur hann.