Eplatallerkar og felags politisk mentan

Jóan Pauli Joensen hevur leingi staðið á Tinghelluni og eygleitt politisku mentanina. Sum formaður í grundlógarnevndini hevur sum fáur fingið høvið at fylgt við í politisku tilgongdini. Jóan Pauli hugleiðir á Tinghelluni í dag um ovastu lógina og politiska mentan

Ein dag á áhugaverdu ferðini hjá grundlógarnevndini í USA sótu fólk til borðs og fingu sær ein bita til døgurða. Tá sigur ein av nevndarlimunum - eg haldi tað var Eyðun Viderø - at hann visti ongantíð, um tað var rætt at taka bakaða eplið, sum lá á lítla tallerkinum høgrumegin ella tað á tallerkinum vinstrumegin. Nú tá málið varð reist í hesum forum, varð avgerð tikin um, at tað var rætt at eta tað eplið, sum lá til høgru. Harvið hevði okkara lítla »samfelag« tikið sína støðu. »Nú er tað rætt, tí vit hava avgjørt tað,« segði Eyðun tá og sipaði harvið til kjakið hjá okkum stutt áðrenn um at velja og vraka í stjórnarskipanini.
Tað kundi sjálvandi verið eins rætt at gjørt av, at tað var rætt at eta tað eplið, sum lá til vinstru. Men tóku vit onga støðu í okkara lítlu skipan, kom ólag á. Við hvørt er neyðugt við greiðum reglum, men mangir eru mátanir. Soleðis er tað eisini við eini grundlóg.
Tað er ikki so nógv hent í sjálvum grundlógararbeiðinum síðani formaðurin lat landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum frágreiðingina gamlaárskvøld 2001, og frágreiðingin fyrst í 2002 var løgfrøðiliga kannað og rættað og løgd út á netið í mars 2002.
Fullveldi ella fleirnýtt lóg
Endamálið var tá at gera eina grundlóg fyri fullveldið Føroyar. Tað var grundarlagið undir øllum. Men leiðin til fullveldið, hon bara longdist. Hóast arbeiðið í grundlógini gekk sera væl yvirhøvur, serliga ta fyrstu tíðina, so kom tað at verða ein snávingarsteinur í arbeiðinum, at grundlógin skuldi vera fyri eitt fullveldi. Hetta var tað, sum gjørdi, at arbeiðið mestsum steðgaði í september 2001. Høvdu vit longu tá stevnt móti eini meira fleirnýttari grundlóg, høvdu vit óivað komið á mál.
Ein spurningur, sum ofta stakk seg upp, var um tað bar til at hava eina grundlóg í einum landi, sum ikki hevði fullveldi. "Vit hava jú eina grundlóg" var ofta sagt, "Danmarks riges grundlov er okkara grundlóg". Hetta er fyri so vítt púra beint, men tað tyktist ikki at verða nakað, sum forðaði fyri, at vit harumframt høvdu eina grundlóg fyri landið Føroyar. Henda lóg kundi so verða ein evstalóg fyri øll føroysk viðurskifti. Men so leingi, sum Føroyar eru partar av danska ríkinum, er Danmarks Riges Grundlov sjálvsagt tann hægra lógin. Hetta nýtist ikki tann heilt stóri lógarkunnleikin til.
Fáa Føroyar hinvegin fullveldi, so vildi grundlógin verið har, kanska onkur smávegis broyting í onkr-um paragraffi. Tað hevði óivað eisini borið til at samrátt seg fram til onkra millumloysn í viðurskiftunum millum Føroya og Danmarkar. Hetta eru spurningar sum óivað kunnu loysast politiskt og við lóg.
Hvussu skal lógin eita?
Tað tykist, sum um allir flokkar halda, at tað er skilagott at fáa eina evstulóg fyri Føroyar, men øllum dámar ikki heitið grundlóg. Henda lóg eitur í øllum førum "constitution" á enskum. Undan fólkaatkvøðuni í 1946 høvdu føroyngar eina stjórnaskrá til reiðar og tað nærmasta, sum vit í dag hava eini føroyskari grundlóg er stýrisskipanarlógin. Onkur heldur, at vit kundu nýtt orðið Føroya Lóg ella Evstalóg. Persónliga meini eg ikki, at tað hevur nakran størri týdning, hvussu barnið eitur, tað sum hevur týdning er, at Føroya Fólk viðurkennir barnið sum sítt, og at vit eru góð við tað.
Tað eru tey, sum halda, at tað gongur ov leingi við at fáa skrivað eina grundlóg. Tað er einki at ivast í, at tað hevði borið til at fingið eitt upprit til eina føroyska evstulóg eftur kanska tveimum vikum. Víst verður ofta á, hvussu skjótt amerikumenn fingu sína konstitutión, men tá vóru eisini tey frægastu høvdini savnað saman í tríggjar mánaðir. Harumframt var nógv tosað um konstitutionellar spurningar áðrenn. Spurningurin var viðgjørdur millum fremstu umboðsmenn fólksins frammanundan
Grundleggjandi lóg
Jákup Thorsteinsson segði í einum fyrilestri um bókina Færøsk Politik hjá Jóannes Patursson, sum hann helt á Landsbókasavninum, at Jóannes Patursson var tann fyrsti, sum nakrantíð hevði reist spurningin um donsku grundlógina og Føroyar. Tað hevði verið tøgn um henda spurning áðrenn. Her er tann munur á íslendingum og føroyingum, at ikki bert høvdu íslendingar fleiri lærd fólk í høgum størvi í umsitingini í Danmark og sum lærarar og professarar á Universitetinum í Keypmannahavn, men tað vóru eisini hópurin av juridiskum kandidatum í Íslandi. Haraftuat fingu teir rættiliga skjótt sín egna lógskúla, sum gjørdi teir nógv betri skikkaðar til at taka sær av slíkum málum enn føroyingar. Har var ein størri áhugi í fólkinum sum heild fyri slíkum málum, tí tey lógkønu vóru jú partar av fólkinum og gjørdu sína ávirkan galdandi.
Hetta verður ikki sagt fyri at lasta føroyingar, sum til allar tíðir hava verið eitt menta fólk, men føroyska mentanin hevur ligið í teirri einstøku bygdini. Tað er ikki fyrr enn seinni, vit av álvara eru komin at síggja okkum sum eitt land og eitt fólk. Kanska bilar tað í summum førum enn. Vit høvdu okkara fólksliga almenni, og tað er ikki rættiliga, fyrr enn vit fingu fríhandil, og at tingið var endurreist, at politisk kjak av álvara fór at taka seg upp í Føroyum.
Felags mentan
Í fyrstuni var eg sum grundlógarnevndarformaður í so bráður, vildi hava eitt uppskot greitt longu til jóla 1999. Men eg skuldi gerast klókari! Tí at skapa eina grundlóg er ein prosess - ein gongd, sum tvinnir saman ein tráð av fatan um tað grundleggjani í samfelagsskipanini og samfelagsvirðunum í ikki bert politikararnar, men í alt fólkið. Tað er neyðugt at tvinna ella sjóða saman eina felags mentan á hesum øki. Tað tekur tíð. Tað er eisini vorðið rættiliga greitt undir grundlógararbeiðinum, at stýrisskipanarlógin ikki rættiliga er komin undir húðina á teimum, sum vara av henni, og uppaftur minni hjá fólki flest.
Hon fekk helst ikki ta neyðugu viðgerðina. Tað er helst tí, at vit í nógvum førum hava fingið grátandi politikarar, sum hava ilt við at skilja framferðina móti teimum, og aðrar, sum í veikleikans treiskni tvíhalda um, at teir hava einki skeivt gjørt.
Ein ráðharri er ikki bert ein persónur við makt, men hann er eisini ein myndugleiki, sum er ítøkiliggjørdur í einum ráðið - einum ministerium - har embætismenn og starvsfólk eru greinar á sama viðarbuli. Her má vera ein mentan til staðar, sum á onkran hátt samansjóðar áhald - kontinuitet - og nýggjar kolveltandi avgerðir, so tað verður til skynsaman politikk.
Fólkið fremst
Tað var spell, at grundlógarnevndin ikki rættiliga fekk skipað fyri einum breiðum fólksligum orðaskifti. Tað verður tað vónandi til við tí nýggja grundlógaruppskotinum.
Meðan vit bíða eftir hesum, halda vit so eina grundlógarráðstevnu við hesum høvuðstættum:
1. Grundlógartilgongd faklig ella fólkslig
2. Grundlógarmátar - skjøl og skipan
3. Fortreytir - ríkisstøða og fullveldi
4. Framhald - stovnan og stevnumið
5. Føroysk stjórnarlóg - neyðug og nýtilig

Umframt at verða viðgjørd í fyrilestrum verða hesi evni eisini viðgjørd á verkstovum. Hetta er ein faklig byrjan sum fyrireikararnir hava sett stórar vónir til. Stevnan fer fram meðan ikki sørt av politiskum rumbli er í landi okkara. Kanska vil stevnan, um illa vil til, fara fram meðan Føroyar liggja í stjórnarloysi.
Hetta lærir okkum bert tað, at tað er avgjørt neyðugt við eini grundlóg og eini politiskari mentan ið byggir á felags virðir á tí politiska leikvøllinum. Vit mugu kveita til báðar síður og velja, hvør eigur hvat politiskt epli, so skipanin er greið, og øll hava skilt hana.