Er Gilli á veg til AaB?

AaB hevur útleigað Jeppe Curth og tí er eitt plass í hópinum hjá AaB. Spurningurin er so um tað eydnast AaB og B36 at koma ásamt um eitt skifti.

 

In.fo skrivaði fyrr í dag, at AaB ikki fóru at keypa Gilla Sørensen, tí teir høvdu fullan hóp. Hvørt lið skal skráseta 25 spælarar undan hvørjum kappingarári og AaB hevði 25 spælarar. Men nú er Jeppe Curth útleigaður til FC Midtjylland.

 

Tað tykist tó ósannlíkt, at Gilli verður seldur áðrenn flytingarvindeygað letur aftur klokkan 23 føroyska tíð. Sum skilst, so verður ein seinasta roynd gjørd nú.

 

Sum skilst, so liggur prísurin fyri U21 landsliðsliðskiparan um 150.000 krónur. Tað hevur ljóðað, at B36 vildi hava so mikið sum eina fjórðingsmillión fyri Gilla, men at sum samráðingarnar hava gingið, so er prísurin komin niður á 150.000 krónur og tað er harum at AaB eru sinnaðir at keypa fyri.

 

Gilli Sørensen hevur eisini sáttmála við B36 fyri komandi kappingarár, so árstalsfelagið hevur góð kort á hondini. Gilli hevur hinvegin meldað út, at hann vil sleppa til AaB.