- Er hetta herðaklappið og tøkkin?

- Tað er sera torført at koma uttanum, at talan er um eina miðvísa niðurlaging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Løgtingskvinnan, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur sett Sirið Stenberg, landstýriskvinnu í heilsu-og innlendismálum munnligan fyrispurning.

 

Í fyrsta lagi vísir løgtingskvinnan á, at eftir fíggjarlógaruppskotinum fyri 2017 fær Suðuroyar Sjúkrahús  2,2 prosent og Landssjúkrahúsið 2,0 prosent í lønarframskriving, sum er  full lønarframskriving.  Men, Klaksvíkar Sjúkrahús fær einans  1,0 prosent.

 

- Hví er Klaksvíkar Sjúkrahús fyri vanbýti, og kemur hetta at merkja sparingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

 

Í øðrum lagi vísir løgtingskvinnan á, at Landssjúkrahúsið sigur, at teimum manglar pening, hóast tey fáa fulla lønarframskriving - og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil hava at vita, hvussu hetta hongur saman?

 

Hon vísir á, at sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017 fær Klaksvíkar Sjúkrahús ikki eitt oyra til íløgur.   Sum tað einasta av teimum trimum sjúkrahúsunum fær Klaksvíkar Sjúkrahús nú heldur ikki fulla lønarframskriving .

 

- Út frá hesum faktuellu veruleikunum er tað tí sera torført at koma uttanum,  at talan her er um eina miðvísa niðurlaging  av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað kemst ikki uttanum, at hetta kemur at raka sjúkrahúsið meint. 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur spyr, um tað er politikkurin hjá reyðu samgongu, sum hon rópar sitandi samgongu, snildisliga bara at lata vera við at játta pening til Klaksvíkar Sjúkrahús, so tað til síðst ikki kann virka meira? 

 

- Tað sæst best á fíggjarlógini 2017, hvat tey ætla - og so kann samgongan siga nakað annað. Vit skulu hartil minnast til, at hetta er í bestu tíðum.

 

Løgtingskvinnan leggur dent á, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eina sera ábyrgdarfulla leiðslu, og sum tað einasta av sjúkrahúsunum hava tey hildið seg innanfyri karmin í 2016.

 

- Skal hetta verða herðaklappið og tøkkin, spyr hon landsstýriskvinnuna í heilsu-og innlendismálum, Sirið Stenberg.