Er løtan tann rætta?

Hóast ein íløga í sær sjálvum kann vera eitt stórt framstig fyri samfelagið, so er ikki vist, at løtan altíð er tann rætta til at gera íløguna.

Helgi Abrahamsen

Politikkur snýr seg ikki bara um at taka støðu til, hvat skal gerast í samfelagnum, men tað er líka so nógv ein spurningur um, NÆR tingini skulu henda.

Onkuntíð kann tað vera rætt at halda aftur í almennu peninganýtsluni, men til aðrar tíðir kann tað vera líka neyðugt at brúka pengar. Tað er hesin veruleiki, sum ofta verður gloymdur í søguligum høpi. Tá verður mangan drigið fram at tit vóru ímóti at..., ella tit vóru fyri at..., uttan at hugsað verður um, hvussu tíðirnar vóru, tá tingini hendu, ella ikki hendu.

Sandoyartunnilin
Norðoyatunnilin var ikki meira enn opnaður, so byrjaði tosið um Sandoyartunnilin, og tað sær ikki út til at nerva so nógv, at hann kann fara at kosta 800 mió. krónur at gera, og at hann møguliga skal gerast samstundis sum aðrar dýrar útbyggingar verða gjørdar á samferðsluøkinum.

Øll vita, at tunnilin er sera dýrur, og at hann verður ikki goldin aftur við bummpengum, men næstan eingin torir at siga nakað ímóti ætlanini, tí øll vita eisini, at tá tunnilin einaferð er komin ígjøgnum, fara tey sum róptu harðast um at fáa hann gjørdan her og nú, at standa og breiða seg og siga, at eg trúði alla tíðina uppá tað, men tað gjørdu hini ikki. Soleiðis kann tað sum ger teg ábyrgdarleysan í dag, gera teg til hetju í morgin.

Orð sum vit hava ikki ráð til at lata vera eru í royn og veru bara ein annar máti at siga, at vit hava ikki ráð, men vit vilja kortini.

Íløgur í bíðirøð
Í fleiri ár hava nógvar íløgur staðið í bíðirøð, tí stórur partur av íløgujáttanini á løgtingsfíggjarlógini skuldi brúkast til nýggja Smyril. Nú tosa vit um eina íløgu, sum er tríggjar ferðir so dýr sum Smyril, og givið er, at skulu aðrar íløgur aftur setast í bíðirøðina tey næstu átta til tíggju árini, so kann íløgutørvurin gerast rættiliga stórur aðrastaðni í landinum, tá nøkur ár eru fráliðin. Hetta má eisini havast í huga, tá støða verður tikin til eina so stóra einstaka ætlan.

Møguliga er rætta løtan nú ?
Eg veit av góðum grundum ikki, hvussu búskaparstøðan í Føroyum verður tey komandi árini, og eg skal tí ikki útiloka, at tað kann vera skilagott at fara undir Sandoyartunnilin nú. Men tað er sera umráðandi at hugt verður gjølla eftir avleiðingunum, áðrenn ein so stór íløga verður gjørd. Politikarar mugu vera vaksnir frá at siga, at íløgan skal gerast her og nú, kosta hvat tað kosta vil. Føroyska samfelagið hevur fyrr brent seg av slíkum politikki.

Landskassin hevur framvegis undirskot, og um vit ikki fáa vent undirskotinum til yvirskot nú meðan inntøkurnar vaksa, so klára vit tað heldur ikki, tá inntøkurnar aftur fara at minka. Og undirskot kunnu vit ikki hava í allar ævir.

Vit noyðast at hyggja eftir støðuni í samfelagnum sum heild, áðrenn ein so stór íløga verður gjørd.