Fyri umleið fimm mánaðum síðani kom ein úr fyrisitingini hjá býráðnum og segði við meg, »hevði pápi tín vitað!«.
Fyri at gera einum hvørjum greitt, hvør pápi mín var, so var hansara navn Frants Restorff, kemigrafur, sum tíverri doyði alt ov tíðliga 62 ára gamal síðst í 1996. Hann var eitt sindur framfýsin, og soleiðis stovnaði hann »GRAFIA«, sum fyri fyrstu ferð í Føroya søgu framleiddi myndir til blað- og bókaútgávur bæði í svørtum/hvítum og eisini í litum, millum annað tað fyrsta havninakortið. Hansara fyritøka bleiv av býráðnum í 1963 plaserað á ídnaðarøkinum »Yviri við strond«, seinni skifti tað navn til Jegaragøta og síðani til Jekaragøta!!
Framman fyri staðið, hann fekk til keyps frá býráðnum, lógu nakrar fyritøkur, millum annað Djóni í Geil við sínari heilsølu, Stoypivirkið hjá Absalon Eysturoy, C. C. Johansen, sum var bæði oman fyri og niðan fyri vegin »Yviri við Strond«, Sersjantarhúsini (verðins minstu dupulthús), Grótvirkið og ikki minst eitt fantastiska flott fiskastykki, áleið har, sum høvuðsbygningurin hjá Eik er í dag og yvir móti Advokatunum.
Hvat var tað í grundini, maðurin frá býráðsfyrisitingini meinti við, tá hann segði »hevði pápi tín vitað«?
Fyri meg er tað eingin ivi um, at tað er tann grøni pletturin, sum Búðstaðir nú ætlar at byggja á, og tað man undra mangan, og ikki minst meg sjálvan, hvussu tað yvirhøvur letur seg gera, tá hugsað verður um, at økið hevur kostað Tórshavnar kommunu og teirra skattaborgarum tíggjutals milliónir í erstatningi (í 80/90 pengum) til leigararnar og fyri at leggja økið grønt – og tí mugu vera nógv teir dýrastu fermetrarnir á Føroya landi.
Tað sigur mær so mikið, at Tórshavnar kommuna hevur kastað pengar eftir leigarunum fyri at fáa teir at flyta, og tað gjørdu teir definitivt í seinnu helvt av 90’unum, tá okkara borgmeistari, Leivur Hansen, flutti sersjantahúsini út á Reyn, tíverri megnaði hann ikki eisini at flyta Sersjantavíkina við út á Reyn!
Síðani hendir ikki tað stóra, øll vóru glað, ikki minst Fiskasølan, Føroya størsta fyritøka, sum hevði bygt í 70'unum, tí teir høvdu fingið eitt umhvørvi við tign: Skansin aðru megin og ein ruddiligan grønan plett hinumegin. Ikki fyrr enn um túsindáraskiftið hendi so tað ótrúliga, at økið skuldi leggjast undir Tórshavnar havn, og økið skuldi forerast til okkurt flutningsfelag til pakkhús og umsiting. Og so langt var tað komið, at Albert Isfeldt longu hevði teknað nakrar fantastiska flottar barakkir umboðandi tíðina frá hersetingarvaldinum, men tað var bara tað, at tað bleiv snýtt við byggisamtyktini upp á »kryds og tværs« – ikki ókent fyribrygdi – so tað bleiv tá av ongum.
Hví var tað í grundini maðurin frá býráðsfyrisitingini segði »hevði pápi tín vitað«?
Eg eri heilt sikkur í, at hann sóknaðist eftir, at pápi mín, Frants Restorff, sum tann framfýsni og rættvísi maðurin hann var, fór beinleiðis til borgmeistaran - allarhelst við einari tekning, har Bústaðir (almennur fíggjarstovnur) hevði bygt ein mega stóran bygning á Glaðsheyggi (alment lendi) við einum periskopi, soleiðis at borgmeistarin kundi síggja sólina, vesturskynið og oman á býráðið, tá hann hugdi í tað. Hann hevði spurt borgarstjóran, hvat hann billar sær inn at gera seg inn á fólk, og so var tann sakin úti av verðini – men ikki fyrr enn hann hevði funnið út av, um tað var ein politiskur rossahandil ella dugnaloysi í fyrisitingini, ella kanska bæði tvey!
Tíverri eri eg ikki so djarvur sum pápi mín!
Eg kann bara konstatera, at politiski myndugleikin og fyrisiting teirra hava brúkt 12 ár um at finna út av, at tann nýggi Musikkskúlin er skeivt plaseraður, og loksins lagdur »har piparið grør«. Dugnaloysi á hægsta stigi, tó at loysnin lá beint framman fyri nøsina.
Tórshavnar kommuna, ein grøn kommuna, stendur eftir mínum tykki ikki aftan fyri aðrar kommunur í øðrum londum eitt nú Qaasuitsup kommunu í Grønlandi ella Carleone kommunu á Sicilia.
Á bonkunum í Steinatúni manglar í hvussu so er eitt skelti afturat: tú mást ikki pissa á borgararnar, tað ger Tórshavnar kommuna í hvussu so er!
Gamlar og nýggjar myndir av økinum síggjastVIÐ AT TRÝSTA HER