Spælarin úr Kamerun, sum hevur royndir úr bestu deildini í Svøríki, fær ongan sáttmála við Víking. Hann hevur vant við felagnum seinastu tíðina, men tað er ikki blivið til nakað samstarv millum spælaran og felagið.
Les eisini: Bassombeng vandi við Víkingi
Tað ljóðaði tíðliga í royndarvenjingini, at fólk í Víkingi ikki vóru nøgd við avrikini hjá Eric Bassombeng. Hann var ikki við í venjarakappingini og sum skilst, so gjørdi óhugnaliga veðrið seinastu tíðina heldur ikki hugin hjá spælaranum úr Kameruna betri.
Les eisini: Nýggjur spælari til Víking
Víkingur hevur fingið Hall Hansson og Súna Olsen í hópin, umframt at Andreas Lava Olsen kemur í summar. Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, væntar ikki at Víkingur ger meiri við at styrkja hópin.