Erling er ársins spælari

Premier League: Erling Haaland er valdur til ársins spælara

Felagið hjá spælarunum í Onglandi - The Professional Footballers' Association – hevur valt Erling B. Haaland til ársins spælara í Premier League. Tað eru spælararnir, sum velja.

 

Erling B. Haaland skoraði 52 mál í 53 dystum fyri Manchester City farna kappingarár. Hann setti eisini met við sínum 36 málum í fyrsta kappingarárinum í Premier League.

 

Erling B. Haaland og Manchester City vunnu ”The Treble”. Premier League, Champions League og FA Cup. 23 ára gamli norski áleyparin vann heiðurin frammanfyri Kevin De Bruyne, John Stones, Martin Ødegaard, Bukayo Saka og Harry Kane.