Ert tú fjallaklintrari ella idealist?

At vera íverksetari kann vera ein knortlut lívsleið, sum krevur nógv. Men nógvir íverksetarar kunnu bara ikki lata vera. Hvat er tað, sum drívur? Er tað pengar, avbjóðingar, ella stuttleiki?

Vegurin er knortlutur og tað er hart lív at vera íverkseti. Ofta mangla pengarnir, og ivin um ein skal gevast stingur seg javnan upp, tá íløgur mangla og eingir pengar standa á kontoini.

Tá vit tosa um íverksetarar, hugsa vit ofta um businessfólk. Vit hugsa um vinnu, slips og klædning í samband við íverksetarí.

Í veruleikanum eru sjey sløg av íverksetarum um vit hyggja at tí, sum hevur størst týdning - nemliga hvat tað er, sum drívur verkið, sigur Uffe Elbæk.

Hann tosar um sjey aðaltypur

1 Businessmaðurin / kvinnan er íverksetarin, sum er drivin av ynskinum um at vinna pengar.

2 Fjallaklintrarin er íverksetarin, sum elskar ein avbjóðing, og er drivin av ynskinum um at vinna á avbjóðingum

3 Barnið, er tann, sum elskar at spæla, og sum er drivin av leikinum og heldur, at tað er stuttligt at finna uppá nýggjar hættir at gera tingini uppá.

4 Idealisturin er drivin av einum ynski um at geva nakað aftur til tað samfelagið, sum viðkomandi er uppvaksin í.

5 Arvingurin hevur eitt ynski um at føra nakað víðari, sum foreldrini ella omman og abbin hava tikist við. Hon vil vísa, at hun dugir enn betur at gera tingini.

6 Tann altjóðagjørdi er drivin av einum ynski um at koma út í verðina, og finna samstarvsfelagir í altjóða høpi

7 Yvirlivarin er tvungin til at gera tað fyri at yvirliva

Ofta hava vit lyndi til at fokusera á vinnufólkini - ella "businesstypuna". Tað er av týdningi, at vita, at tað eru ymiskynski, sum dríva fólk, um man vil náa út til øll, sigur Uffe Elbæk. Vandi er fyri, at vit tosa forbí hini, um vit einans hava fokus á vinnufólkini, sigur Uffe Elbæk.


Hansara ráð til allar íverksetar er, at tá tað er hart, so finn útav: Hví geri eg hettar her? Hvat er tað, sum drívir meg? So veist tú eisini, hvussu tú skalt handfara tína støðu, og um tú skalt halda á fram.