Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og fyrrverandi formaður í Sambandsflokkinum heldur ikki, at Føroyar og Danmark eru javnsett í ríkisfelagsskapinum.
Tað skrivaði hann á Facebook fyri løtu síðani:
– Haldi meg hava nakrar politiskar royndir og havi hugsað um hetta við at vit Føroyar eru ein javnstillaður partur ella javnstillað land í ríkisfelagsskapinum, og havi eg eisini sagt sjálvur at so er.
– Havi í mínari tíð lagt nógv fyri at hava eitt konstruktivt samstarv við donsku stjórnina og roynt at vunnið okkum størri rúmd á altjóða pallinum, men við hondini á hjartað og sum fyrrverandi løgmaður og sambandsmaður so kann eg staðfesta, at vit Føroyar og Danmark eru í veruleikanum als ikki líkastillaðir partar.
– Hetta eiga vit at broyta í einum konstruktivum dialogi, bæði her heima og millum londini bæði, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen.